Familjumøti 29. oktobur
Sonja I. Jacobsen, 24.10.2017

Sunnumorgunin 29/10 kl. 11.00 verður familjumøti á skránni. Tað vil siga, at einki barnamøti verður inni í barnasalinum.

 

Vit fáa vitjan av Dinu Bech, ið hevur heimasíðuna vakurleiki.fo. Hon fer at hava eitt orð til okkum, evni: At geva. Vit fara at síggja drama og hoyra fleiri vitnisburðar. Vit vóna at síggja nógv fólk.

 

Skógvaeskjur til Christmas Child kunnu latast inn henda dagin. Minnist bara til at lata 30 kr. við hvørji eskju og at hefta á eskjuna, hvønn hon er ætlað til (kyn og aldur).

 

Meiri kunning um skógvaeskjur er at finna á heimasíðuni www.christmaschild.fo

Sí fleiri greinar