Siðprýði – hvat er tað?
Sonja I. Jacobsen, 10.10.2017

Nú eitt kvøldið, á einum møti í Fuglafirði, hoyrdi eg ein trúfastan Guds tænara biðja eina bøn. Hann nýtti orðið siðprýði. Eg helt tað vera eitt vakurt orð, tó at eg ikki heilt skilti týdningin.

 

Í týðingini hjá Viktori Danielsen í 1. Tim. 2, 1-4 lesa vit:

1 Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
2 fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett - fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
3 Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,

4 Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.
 

Hvussu kann eg royna at  liva ‘í øllum gudsótta og siðprýði’, um eg ikki veit, hvat orðini merkja?

 

Týðing Jákup Dahls nýtir orðið sómi í 1. Tim. 2, 2. Tað gjørdi ikki støðuna stórt betur, má eg viðganga. Tí sjálvt um eg helt, at bæði siðprýði og sómi ljóða sum tvey sera jalig orð, so var tað mær enn ikki heilt greitt, hvat tey merkja. Tey fingu meg tó at hugsa um prýðiligan sið, góðar vanar og sømiligan atburð.

 

Eitt skjótt uppslag í gomlu norsku studie-bíbliuni hjá verforeldrunum Óla og Sólrun vísti, at 1. Tim. 2, 2 í orð-fyri-orð umsetingini av grikska orðinum semnotēti (hvørjumfall), var týtt til ærbarhet. Har vóru eisini nevndar ymsar norskar týðingar:

‘preget af gudsfrykt og vinner respekt’

‘gudfryktig og ærbart på alle måter’ 

‘i all gudfrykt og ærbarhet.’

 

Her sást, at siðprýði er nakað, sum er æru vert, nakað, sum er virðiligt.

Heimasíðan biblehub.com inniheldur nógvar bíbliutýðingar, Strong’s Concordance umframt HELPS, ið er gransking av sjálvum upprunaorðunum.

Hon vísir, at 1. Tim. 2, 2b hevur millum aðrar hesar ensku týðingar:

 

New American Standard Bible: in all godliness and dignity.
King James Bible with Strongs: godliness and honesty.
Biblos interlinear: godliness and dignity

 

Her sæst, at orðið semnotés (hvørfall) ofta verður týtt til enska: dignity og í einstøkum førum til: honesty.

 

Granskingin av orðinum greiðir frá, at semnotés sipar til nakað, sum hevur tyngd (real weight (dignity)), nakað, sum hevur uppiborið virðing og æru. Eisini er viðmerkt, at semnotés kann sipa til tað, sum er umbroytt av Gudi at sýna høgan moral og andaligan karakter.

 

Hesar frágreiðingar hava allar verið við til at geva mær greiðari fatan av, hvat orðið siðprýði merkir í 1.Tim. 2, 2. Hetta eggjar meg til enn meiri at vilja líkjast Jesusi. Enn meiri at halda meg til Hansara orð, Bíbliuna.

 

Enska orðingin ‘real weight (dignity)’ omanfyri, fekk meg at hugsa um tað at skilja tað dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, sum vit lesa um í Jeremias 15:

19 Tí sigur HARRIN so: Vendir tú við, skal Eg lata teg koma aftur og standa fyri ásjón Míni; og skilir tú hitt dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín; tá skulu tey venda við til tín, og tú skalt ikki venda við til teirra.
20 Og Eg skal gera teg til fastan koparmúr móti hesum fólki; tey skulu berjast við teg, men ikki vinna á tær; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær og frelsa teg - sigur HARRIN.”
 

 Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar