Lít á Harran
Sonja I. Jacobsen, 26.09.2017

Eg og kona mín Harriet hava gingið í Kelduna síðan 2013. Tá eg minnist aftur á fyrstu ferð, vit vóru á møti, minnist eg, at tað var sera tórført fyri meg, tí at hetta var rættiliga langt frá míni safety zone.

 

Eg hevði ongantíð verið á møti fyrr, so hetta var sera ókent fyri meg og ógvusligt í mínum eygum tá.

 

Tá eg var yngri, gekk eg ikki á møti, mítt focus lá onkra heilt aðrastaðni.

 

Eg havi altíð havt trupult við at tosa um trúgv, og eldri eg bleiv, meiri trupult gjørdist tað.  Eg helt, at tað var torført fyrstu tíðina at koma í Kelduna, tí eg vildi ikki geva meg 100%, var sera afturhaldin og hevði hvørja løtu ein fót uttanfyri – klárur at fara avstað. Eg tímdi ikki at vera har, eg var dømandi yvir fyri teimum, ið dugdu at nevna vers úr bíbliuni uttanat, teimum, sum talaðu í tungum, og teimum, sum hildu armunum uppi undir møtinum. Eg var dømandi ímøti øllum, bara tí at eg ikki var soleiðis.  Men tað var okkurt, sum gjørdi, at eg ikki fór avstað og bleiv við at koma aftur– meiri vit gingu í Kelduna, betri kendi eg meg.

 

Tað vóru ikki bara sjálv møtini - í byrjaðini var tað kanska tað, ið fylti minst uppá onkran máta, men tað var tann samveran, ið var áðrenn, ið gjørdi, at eg kendi meg so væl. Hettar at kenna hvussu blíð øll vóru. Hvørja ferð, áðrenn eitt møti byrjaði, kom onkur yvir at heilsa uppá, spurdi inn til, hvørji vit vóru, og spurdu annars bara, hvussu vit høvdu tað – tað var ein fantastisk kensla at føla seg so vælkomnan og at síggja, hvussu nógv Keldan ger burtur úr, at fólk skulu føla seg vælkomnan.

 

Tað er ein tala, sum var á einum av teimum fyrstu møtunum, eg var á, ið eg minnist sera væl afturá. Pauli talaði, og eg minnist, at hann legði stóran dent á, at skalt vera tú. Um ein, ið stendur við síðuna av tær, ger eitt, ella tann framman fyri teg ger okkurt annað, merkir tað ikki, at skal gera tað – hann legði dent á, at man skal gera tað, sum ein sjálvur følir seg best í at gera. Tað var ein fantastik tala og hevur fylgt mær sera nær heilt til dagin í dag, og hendan talan var sera týðandi fyri meg og veg mín til Harran, einki følist meir trygt enn at verða eggjaður til at vera ein sjálvur.

 

Harrin arbeiðir á gátuføran hátt, hjá summum førir hann tey til sín ógvuliga skjótt, men til aðrar tíðir tekur tað tíð, kanska langa tíð, men Harrin hevur eina ætlan við tær, tú skal bara geva honum tíð og líta á Hann, tí hann svíkir teg ongantíð.

 

Men tá ið ræðsla fellir á meg, líti eg á Teg!

Sálm. 65, 3: Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur.

 

Skrivað hevur John Petursson av Gørðum

Sí fleiri greinar