Hvussu styrkja vit kristnu virðini í næsta ættarliði?
Sonja I. Jacobsen, 17.09.2017

Tær báðar Jastrid Høj og Annika Høj, sum vóru við frá byrjan í arbeiðinum við at stovna frískúlan í Kelduni, høvdu møtið í morgun 17/9.

Við støði í yvirskriftini omanfyri gjørdu tær sær nakrar tankar um, hvussu skúlin, saman við samkomuni, kann vera við til at leggja góð virði niður í komandi ættarlið.

 

Jastrid nevndi Dánjal sum eitt dømi um, hvønn týdning tað hevur, at tey góðu virðini verða løgd í tey ungu, so at tey, tá tey vaksa til, kunna halda fast í tí, sum tey hava lært. Dánjal, sum livdi síni fyrstu ár í tíðarskeiðinum, Josias var kongur, var eitt úrslit av einari skipan, har m.a. skúlin var fyri stórum broytingum til tað betra. Tá Ísrael varð sent í útlegd, vóru Dánjal og vinmenninir hjá honum merktir av tí góðu upplæring, teir høvdu fingið. Hann er ein góð fyrimynd fyri okkum eisini í teimum góðu eginleikunum, sum hann hevði.

 

Annika tosaði um tankarnar, tey gjørdu sær, tá skúlin skuldi setast á stovn og um tað kallið, sum Gud legði á hjartað hjá teimum. Onkuntíð ynsktu tær, at Gud gav onkrum øðrum kallið, men tað fór ikki frá teimum, og skúlin gjørdist veruleiki, sjálvt um tað ikki var lætt. Hon legði eisini dent á, hvussu stóran týdning tað hevur at halda seg til Gud, og lata hann stýra.

 

Tær báðar tosaðu eisini um, hvussu stóran týdning tað hevur, at tað, sum liggur sum rót til tann ávøkst, sum sæst í lívinum hjá okkum, er gott. T.d. at sannleiki, lýdni og onnur virði koma at merkja okkara lív, og at karakterurin hjá okkum verður bygdur uppá tann mátan. Vit mugu verða rótfest og uppbygd í Kristusi.

 

Tær báðar eru samdar um, at skúlin hevur ein stóran týdning í at fáa myndað komandi ættarlið og byggja karakterin hjá teimum, so tey kunna vera við til at ávirka onnur og samfelagið hjá okkum. Dagsins útbúgving er samfelagið í morgin.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar