Bíblian sigur, at tá vit blivu frelst, so blivu vit flutt úr valdi myrkursins inn í Guds ríki (Kol. 3:13).
Tað, at vit eru partur av Guds ríki, merkir ikki, at myrkursins ríki ikki hevur nakra ávirkan longur. Tað kunnu vit ofta merkja, tá vit biðja. Tað er eins og vit standa í einum stríði, og tað kann tykjast, sum um at vit ikki koma nakran veg, og tað følist tungt at biðja. Tað er tí, at tá vit biðja, so koma vit í stríð við myrkursins ríki. Av teirri orsøk er tað ógvuliga umráðandi, at vit kenna Guds orð, tá vit biðja, tí Hansara lyftir eru sterkari enn mótstøðan hjá Djevlinum. Vit kunnu biðja Guds lyftir út, og vit vita, at Hann er trúfastur, og at Hann hevur sigrað, og Hann kemur at geva okkum sigur gjøgnum bønina. Tí bøn ger mun!
Ják. 5:16b sigur, at “Bøn, biðin av rættvísum manni (ella kvinnu), avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.” Við øðrum orðum, tá vit, sum eru rættvísgjørd av náði við trúgv, biðja, so avrika vit nógv. Tað, at avrika nakað, merkir, at tað kemur eitt úrslit burturúr tí, sum ein ger. Tá vit biðja, so koma vit at síggja ítøkilig úrslit, tí tað er bønin, sum avrikar nakað. Tað merkir ikki, at alt altíð kemur uppá pláss beinanvegin.
Tað stendur um Dániel, at tað tók tríggjar vikur hjá eingilinum at koma fram við bønarsvarinum til Dániel (Dán. 10). Tá eingilin kom til hann, segði hann við Dániel: “Óttast ikki, Dániel! Frá fyrsta degi tú gavst hjarta títt til at leita eftir at skilja og til at eyðmýkja teg fyri ásjón Guds tíns, eru orð tíni hoyrd, og orð tíni hava gjørt, at eg eri komin” (v. 12). Gud hoyrdi hann, fyrst ið hann lat munnin upp, men tað var eitt stríð og ein ávís tíð, til gjøgnumbrotið kom.
Á sama hátt kom ein eingil til Kornelius (Áp. 10). Tað stendur, at eingilin segði við hann: “Bønir tínar og olmussur tínar eru stignar upp, so at Gud minnist tær!” (v. 4). Vit vita ikki, hvussu leingi Kornelius hevði biðið, men tað stendur um hann, at hann altíð bað til Gud (v. 2). Bønirnar hjá Korneliusi gjørdu mun, og Harrin talaði til hann gjøgnum ein eingil og gav honum bønarsvar.
Eitt tað mest sentrala í okkara Kristnu trúgv er bøn, men vit vita øll, at vit kundu øll biðið eitt sindur meiri. Tí kann tað lætt vera, at vit føla eitt sindur av fordøming á hesum økinum í okkara lívi. Reint logiskt burdi tað ikki verið so trupult hjá okkum onkuntíð gjøgnum dagin at sett 5-15 minuttir av til bøn fyri einum ella øðrum. Tað, ið vit ikki skulu undirmeta, er, at tað er ein andaligur bardagi um okkara bønarlív. Tí kann tað at biðja tykjast so tungt, sjálvt um tað reint logiskt ikki burdi verið tað. Mótstøðumaðurin ger alt fyri, at vit ikki skulu biðja. Hann veit, hvat vit kunnu avrika, tá ið vit biðja, tí tað er ein guddómlig kraft í bønini, ið hann fyrr ella seinni má boyggja seg fyri, um vit ikki geva upp.
Eru vit tilvitað um hetta, so kunnu vit lættari fáa eitt meiri sigrandi bønarlív, har vit seta okkum fyri at biðja meiri, óansæð um kenslurnar eru við uppá tað ella ikki.
Í samkomuni hava vit givið okkum øllum tað avbjóðinga gjøgnum hetta heystið at seta 1 tíma av, 1 mánadag, 1 ferð um mánaðin til bønarmøtini hjá okkum, og tað sæst longu, at fleiri hava tikið hetta til sín. Øll eru sjálvandi vælkomin at vera við, óansæð hvat fyri støði bønarlívið er á í løtuni.
Eg trúgvi, at ein enn størri bønareldur í okkara lívum og í samkomuni er lykilin til vekingina, sum vit øll leingjast eftir at síggja. Saman kunnu vit biðja og ákalla Harran um at senda eina veking til Føroyar - tí bøn ger mun!
Skrivað hevur Búgvi Vestergaard Olsen