Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Gudi
Sonja I. Jacobsen, 29.08.2017

Í Efesusbrævinum lesa vit, at vit eru skapt til góð verk, sum Gud framanundan hevur lagt til reiðar, at vit skulu liva í teimum. (Ef. 2,10).

 

Vit eru skapt at gera tað, sum Gud hevur kallað okkum til. Og í Rómbrævinum lesa vit, at vit skulu játta Jesus sum Harra í okkara lívi (Róm 10:9). Ein harri er ein, sum er yvir mær - eg síggi upp til mín harra og vil gera, sum hann sigur. Hetta eigur ikki at vera sæð sum ein skylda, men heldur sum ein framíhjárættur, at Gud - kongur konganna, skaparin, Harri harranna - velur at brúka okkum menniskju. Hann, sum hevur skapt alt og øll. Vit síggja ikki heildina av Guds ætlan. Vit skulu bara vera villig at traðka út í trúgv og gera tað, sum Gud kallar okkum til.

 

Í summar var eg í Ísrael við Ísraelstoyminum hjá Kristiligu Heimamissiónini. Eitt stað, vit vitjaðu, var vatntunnilin, sum Ezekias lat gera í øld 7-8 f.Kr (2. Kong. 20, 20). Í dag verður hetta einans nýtt til at vísa fram og at ganga ígjøgnum, og tað tekur um 30 min. Tunnilin er sera smalur, onkrastaðni høgur og aðrastaðni lágur. Har rennur nakað av vatni ígjøgnum, onkrastaðni kemur tað upp til øklarnar og aðrastaðni upp til hálvt lærið. Har er onki ljós inni í tunlinum, men vit høvdu lummalykt inn við, men tær vóru sløktar tað mesta av túrinum. So vit gingu fyri tað mesta í myrkri og máttu bara fylgja tunlinum.

 

Hetta kann vendast til okkara andaliga lív saman við Gudi og Hansara kall til okkum. Sum áður nevnt síggja vit ikki heildina, men mugu ganga í trúgv frameftir.

 

Vit fingu at vita, at á endanum á tunlinum var eitt hol, har vit sluppu út aftur í dagsljósið. Um vit ikki høvdu trúð hesum, so høvdu vit steðga á og kanska vent við aftur og harvið ikki gingið allan vegin ígjøgnum og ikki komið á mál. Vit mugu hava trúgv, um vit skulu fylgja Gudi og gera sum Hann kallar okkum til og náa málinum, sum er sett. Tí uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Gudi (Hebr. 11.6).  T.v.s. at uttan trúgv er tað ómøguligt at koma á mál.

 

Í Hebrearabrævinum lesa vit um fleiri trúðarhetjur: t.d. var tað við trúgv, at Nóa bygdi ørkina, og tað leiddi til, at hann og familjan vórðu bjargað. Tað var við trúgv, at Sara og Abraham vórðu foreldur. Um vit ikki trúgva, kunnu vit ikki tæna Gudi. Um vit ikki trúgva, so koma vit ikki á mál her í lívinum.

 

Lat okkara bøn vera at fáa meira og meira trúgv. Lat okkara trúgv ikki bara vera orð, men gerðir eisini. Lat tað ikki bara vera í kirkju, á møti ella saman við trúgvandi vinum, at vit liva trúnna, men lat hetta vera so veruligt, sum vit siga tað at vera, tá vit standa uppi á talarastólinum! Lat tað verða okkara lívsstíl at liva trúnna.

 

Aftur til Ezekias-tunnilin: aftaná okkum gekk ein flokkur av gentum. Tær larmaðu so sera illa. Tær sungu hart og róptu. Meðan vit royndu at njóta gongutúrin ígjøgnum tunillin og lurta eftir friðinum og vatntutlinum, vóru hesi rópini í bakgrundini og órógvaðu.

 

Hetta kann eisini vendast til tað andaliga lívið: tá vit ganga í trúgv í móti málinum, sum Gud hevur sett, so er tað ein sjálvfylgja, at Satan leypur á og roynir at órógva okkum og okkara tankar. Men tá er umráðandi halda fokus á Jesus. Satan er faðir at lygnum, so tað, sum hann kemur við, er allarhelst lygn.

 

Lat okkum leggja alt tað av og við trúgv renna tað skeiðið, sum Gud hevur sett til okkum (Hebr. 12.1).

 

Skrivað hevur Súsanna Hendriksdóttir Olsen

Sí fleiri greinar