Signing fylgir við trúfesti
Sonja I. Jacobsen, 14.08.2017

Í 1. Mós. 6 lesa vit um ein vælkendan mann, sum eitur Nóa. Hesin maður fekk eina serliga uppgávu frá Gudi. Hann var lýðin, og gav tað stóra signing við sær.

Tá vit keypa ein bil ella eini hús, taka flest fólk eitt lán uppá hettar og skriva tí undir ein sáttmála. Tá tað er gjørt, og vit hava fingið lykilin í hondina, kenna vit eina gleði innan í okkum. Nú er hettar mítt.
Tá vit hava gjørt ein slíkan sáttmála, inniber hetta, at vit skulu gjalda aftur til bankan. 
Hvussu gongur hjá okkum við tí, eru vit trúføst og gjalda til tíðina?
Gera vit alt, vit kunnu, fyri at klára hesi tingini?

 

Vit undurskriva eisini ein sáttmála, tá vit giftast. Tað er ein sáttmáli gjørdur fyri Gudi og fyri monnum. 
Við hjúnarbandssáttmálanum skulu vit ikki gjalda pening til ein banka, men vit skulu læra hvønn annan at kenna og finna út av hvørjum øðrum. Vit skulu hava tolmóð. Ofta er betri at tiga enn siga. Vit mugu brúka tíð saman. 

 

Ein bilur, eini hús og eitt hjúnarband mugu haldast við líka. Tey skulu røkjast. 
Um vit gera tað besta, vit kunnu, fyri at gera og yvirhalda okkara part av avtaluni/sáttmálanum, so blíva vit vælsignaði longri frammi. Vit síggja tað ikki beinanvegin, men frammanfyri okkum er signingin.

 

Vit mugu til tíðir kempa fyri at fáa tingini at ganga, og soleiðis var eisini hjá Nóa. Hann var lýðin og gjørdi akkurát, sum Gud hevði sagt við hann.
Hann fór niðan í fjøllini at smíða. Hann mátti finna tilfarið og fáa tað gjørt til, so mátini passaðu og mangt annað, sum skuldi til fyri at útføra uppgávuna. Hann gjørdi alt við eini kærleikshond. Hann mátti verða nærlagdur við øllum. Tað var umráðandi, at alt bleiv gjørt eftir boðunum, hann hevði fingið.

 

Tá hendan uppgávan var komin at enda, og Nóa við húski komu út aftur og ofraðu til Gud, tá gjørdi Gud ein sáttmála við Nóa. Tekinið um sáttmálan er alabogin, sum bleiv settur á himmalin, og sum vit síggja við hvørt. Ein sáttmáli, sum kemur at varða til allar tíðir, so leingi sum menniskju eru á jørðini. Gud loypur ella rennur ikki burtur frá tí, Hann hevur sagt.

 

Vit njóta øll gott av tí, at Nóa var lýðin. At hann yvirhelt allar gjaldingar til tíðina ella gekk upp í at halda hjúnarsáttmálan.

So lati okkum, sum kenna Jesus, halda okkum til sáttmálan - lesa orðið, biðja og søkja Gud, okkara Farðir og ikki renna burtur frá tí, vit hava lovað ella bundið okkum til. Í sínum tíma gevur Gud vøkstur og signing sína, og nógv onnur kunnu njóta gott av somu signingum.


1. Mós. 9,8-17


Skrivað hevur Ann Randi Jacobsen

 

Sí fleiri greinar