Tvey kristin í Føroyum
Sonja I. Jacobsen, 21.07.2017

Hugsa tær, um tað einans vóru tvey trúgvandi fólk í Føroyum!

 

Stephen Everett, sum er trúboðari og búsitandi saman við konu síni í Istanbul, greiddi hendan sunnumorgunin frá arbeiði teirra í Turkalandi. Í Turkalandi búgva uml. 85 milliónir fólk, og einans 4.000 teirra eru kristin. Hettar er lutfalsliga tað sama, sum at tað einans vóru 2,5 trúgvandi fólk í Føroyum.

 

Turkaland er eitt muslimst land og hevur fingið nógva umtalu í fjølmiðlunum í samband við m.a. uppreistrar og ófrið. Men Stephen gjørdi áhoyrarunum greitt, at tann muslimski heimurin er svangur eftir sannleikanum um Jesus. Í Turkalandi er ongin forfylging av teimum trúgvandi, og hava tey opnar dýr at prædika evangeliið. ”Løgreglan dámar okkum”, sigur Stephen og greiður frá, at teirra sámiliga og friðarliga atferð hevur vunnið álit hjá løgregluni.

 

Tá ið tey prædika á gøtunum, koma nógv fólk at lurta, og er oftani møguleiki fyri at biðja fyri sjúkum og øðrum tørvum, sum fólkið hevur.

 

Stephen minnir á orðini hjá Jesusi í Matt. 9, 37 ”skurðurin er stórur, men arbeiðsmennirnir eru fáir” og bjóðar øllum, sum eru áhugaði, at koma til Turkalands í styttri ella longri tíðarskeið og hjálpa til við arbeiðinum.

 

Seinni greiddi Stephen frá einari sjón, sum hann hevði fingið og grundaði hana á orðini hjá Jesusi í Luk. Kap. 5,4:

Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: "Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!"

 

Møtið kann síggjast við at trýsta á HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar