Hetta vælsignaða orðið stendur í Matt. 11, 28-29:
Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. v29 Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.
Tað eru óivað eisini í dag mong menniskju, sum eru bæði troytt og móð av onkrum, kanska er tað sjúka, mótloysi, skuffilsi – ja, mótgongd av hvørjum tað skal vera. Hetta kunnu vit fortelja Jesusi, tí Hansara oyra er ikki so deyvt, at Hann ikki hoyrir. Hann sær eisini heilt inn í sálina hjá einum menniskja. Tað, sum vit har kanska pínast av og vilja goyma fyri øllum – eisini Jesusi. Men Hansara eyga sær alt, eisini tað, sum vit goyma aftanfyri fasaduna, so alt sær út, sum tað er í lagi - “So sig tað við Jesus, ein slíkan vin eigur tú...”.
Hann gevur hvíld í sálina, Hann eigur tað, sum kann lekja og geva kraft. Orðið sigur í Jóh. 1,12: ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum (Jesusi), teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara”.
Syndabyrðan er helst byrðan, sum tyngir mest hjá øllum okkum menniskjum. Men takk og lov, vit hava Golgata heyggin, har Jesus hekk, bjarging mær var, tá eg trongdur gekk, - ja, har kunnu vit koma og leggja byrðuna. Jesus biður teg og meg koma til sín. Altíð gott og hvílandi at koma til krossin og verða lívgað av okkara elskaða Harra og frelsara.
Ein sálmur byrjar so: “Der bor en længsel i hvert bryst hernede...”. Hann kann bara stillast av Jesusi. Sálmur 23 er ein sálmur, sum mong menniskju hava sum yndissang:
“Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum Hann letur meg liggja, til hvíldarvøtn Hann leiðir meg...”.
Ja, tað er hann, sum hevur umsorgan fyri tær og mær og gevur okkum alt, okkum tørvar. Hetta er ein hvíld, sum ikki finst nakra aðrastaðni, men bara hjá Jesusi. Tað kann vera friðaligt rundan um okkum, men hvíldina og friðin er tað bara Jesus, sum kann geva eini friðleysari sál. Hjá Jeremia stendur eitt gott orð í kap. 35, vers 25: “Tí at eg (Harrin Jesus) lívgi hvørja ørtysta sál og metti allar, ið maktaloysi hava fingið.”
Kasta byrðu tína á Harran! Hann skal halda tær uppi. Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast. Sálm. 55, 23
Skrivað hevur Bodil Olsen