Fyrigev og set teg sjálvan í frælsi
Sonja I. Jacobsen, 04.07.2017

”Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!” Efesusbrævið 4,32

 

Tá Corrie ten Boom nógv ár eftir sínar skelkandi hendingar í eini nasistiskari fangalegu tosaði í eini kirkju, stóð hon alt í einum andlit til andlits við ein mann, ið hevði verið ein av teimum mest harðhjartaðu vaktunum, ið hon hevði møtt í leguni. Hesin maðurin hevði eymýkt og niðurgjørt hana og systrar hennara. Hann hevði háðað tær og visuelt neyðtikið tær, tá tær vórðu avlúsaðar undir brúsuni. Nú stóð hann framman fyri henni við einari framrættari hond og spurdi: ”Vilt tú fyrigeva mær?”

 

Corrie segði: ”Eg stóð har við einum nívandi kulda í hjartanum; men eg visti, at viljin kann virka óbundin av temperaturinum í hjartanum. Eg bað: ”Jesus, hjálp mær!” Við stívum armi og mekaniskt stakk eg mína hond í hondina, ið var rætt móti mær, og tá eg gjørdi tað, upplivdi eg nakað ótrúligt. Ein streymur av hita fór niður gjøgnum herðar mínar, fór niður í armin og streymaði inn í okkara handartak. Hendan heita sáttargerð fylti meg, og eygu míni fyltust við tárum. ”Eg fyrigevi tær bróðir”, rópti eg av øllum mínum hjarta. Eina langa løtu hildu vit í hondina hvør á øðrum – fyrrverandi vaktin og fyrrverandi fangin. Eg hevði ongantíð áður kent Guds kærleika so sterkan, sum eg gjørdi hesa løtuna.”

 

Bíblian sigur: ”Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum…” Hvønn stríðist tú við at fyrigeva í dag?

 

Lyft teg upp um kenslurnar og ger tað!

 

Tá tú hevur gjørt tað, setir tú teg sjálvan í frælsi; og tú kanst ganga víðari í Guds friði og gleði.

 

Umsett úr andaktsbókini ”…et Ord til Dagen. Stille stunder styrker”

Sí fleiri greinar