Tíðartjóvar
Sonja I. Jacobsen, 28.06.2017

Eg minnist eina samtalu, eg hevði fyri nøkrum árum síðani. Viðkomandi var nakað eldri enn eg, vit vit vóru samdir í, at tíðin ikki bara rennur, men hon flýgur avstað við rakettferð. Eg trúgvi, at tað eru fleiri við mær, ið kenna tað á sama hátt. Hann kom við einari hugleiðing afturat, sum eg helt vera áhugaverda. Hann mintist aftur á, tá hann var smádrongur/unglingi, at tað vóru dagar ella tíðarskeið, har hann keddi seg. Hetta hugsi eg má vera sera sjálvsamt í dagsins samfelagi.

Tá ein er ungur, hugsar ein ikki nógv um aldurin. Vit halda onkursvegna, at vit liva “forever”, og at tað til tíðir gott kundi gingið eitt sindur skjótari. Tá vit síðan gerast eldri og hava stovnað familju og eru upptikin við arbeiði o.ø., ásanna vit meir og meir, at tíðin ikki strekkir til, vit náa ikki alt, og vit muga tí raðfesta, útseta, avlýsa, “útdelegera” og framskunda. Við øðrum orðum, vit leggja til rættis. Vit undrast yvir, hvar øll tíðin fer, og hvussu tað verður í framtíðini - vit byrja at grunda um tilveruna og spyrja “hvat so?” og spyrja, um tað ikki er meira enn hetta “resið”.


Í samband við rakettferðina skrivar Jákup kap 4:16b “…Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.” Soleiðis kann tað kennast. Tað, Jákup sipar til, er, at vit vita ikki, hvat morgin dagurin hevur at bjóða, og av tí, at lív okkara er so stutt, er umráðandi at seta okkara álit á Harran fyri okkara lív. Troystandi er at vita, at vit hava ein góðan Gud, sum vil okkum tað besta, og vit kunna hava álit á. Vit lesa í Jer. 29:11: “Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.”

Tað ber altíð til at broyta kós. Tað er ongantíð ov seint, bert vit hava andadrátt. Tað kann vera so nógv, sum fyllir okkara lív, tí er tað so umráðandi, at vit tora at taka tíðina aftur. Tíðin, sum skuldi verið nýtt til at røkta sambandið við Guð, okkara kæru, samkomuna og tænastu.

Efesus 5.15-17 “Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð - tí dagarnir eru óndir! Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!”

Bøn: Hjálp okkum Harri at liva við einum røttum sjónarhorni. Soleiðis, at vit ikki liva til fánýtis, men dag og dagliga hava teg við og ikki fylla okkara lív við tíðartjóvum. Hjálp okkum at geva tíð av til tey, ið tørva hjálp. Takk fyri at tú ert okkara styrki og skjól. Amen

 

Skrivað hevur Leivur Steintún

Sí fleiri greinar