Navn:
Terje Beinar Vestergaard
Aldur:
44 ár
Hjúnafelagi og børn:
Giftur við Birnu, og eiga vit børnini Maritu, Hans Terja og Dánjal.
Hvar býrt tú?
Á Hjallavegi í Saltangará
Hvar ert tú uppvaksin?
Í Sumba / Glyvrum
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Sera trygg, góð og rík barnaár. Barnaárini í Sumba vóru nakað heilt serligt. Sumba var eitt satt paradís fyri ein smádrong at vaksa upp í. Eg og vinmenn mínir høvdu einki minni enn alla ta stórfingnu náttúruna sum okkara stóra spælipláss. Vit spældu úti hvønn dag, tað var veður til tað, antin í fjørðuni, har vit stungu fliðir og sigldu við skipum, vit sjálvir tilevnaðu, ella uppi á hamrinum, har vit droymdu okkum burtur í annan heim og spældu kovboy. Míni foreldur lærdu meg kristnu virðini, leiddu meg í kirkju og í missiónshúsið til Guðs orð og vístu mær vegin í verki. Leygardag og sunnudag gekk eg á barnamøti í salinum hjá brøðrunum og sunnudag í sunnudagsskúla í missiónshúsinum. Har byrjaði eg eisini mína tónleikaleið.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg havi starvast í seks ár sum fólkaskúlalærari, men havi tikið mær eitt ár burturfrá hesum starvi og selji í skrivandi løtu bilar hjá P/F Wenzel í Havn. Ætlanin er at undirvísa aftur komandi skúlaár. Afturat hesum eri eg býráðslimur á fimta ári í Runavíkar kommunu og eri síðani á nýggjárinum varaborgarstjóri.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Orsøkin til, at eg fór á lærarskúla og havi valt lærarastarvið sum lívsleið, er ein vaksandi áhugi fyri at arbeiða við børnum og ungum. Eg síggi tað sum ein framíhjárætt at kunna vera ein partur av lívinum hjá menniskjum á henda hátt, men kenni tað eisini sum eina sera stóra ábyrgd og avbjóðing. Mítt størsta ynski og mál í mínum starvi er at gera ein positivan mun í lívinum hjá teimum menniskjunum, eg umgangist.
Hvat gert tú í frítíðini:
Familjan og samkoman eiga at hava fremstu raðfesting, men hetta er tíverri ikki altíð so. Sum familja hava vit m.a. ein frítíðarbát, vit plaga at ferðast við. Annars royni eg eisini at stuðla konuni og børnunum so vítt gjørligt í tí, tey takast við. Eg havi mesta partin av mínum lívi verið sera aktivur í tónleikalívinum í Kelduni, men hevur hetta ligið í dvala eina tíð, tí arbeiðið hjá mær, bæði tað dagliga og kommunala, eru sera tíðarkrevjandi. Eg fáist tó nakað við at spæla tónleik, gera nýggj løg og nýggjar sangir.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Eg eri sera bleytur og kensluborin, hóast eg helst kann tykjast harður úteftir. Eg eri sera bráður og vil hava tingini at henda skjótt. Eg havi til tíðir eitt alt ov stutt fjús og biði tí ofta Guð um fyrigeving, náði og betri tol. Eg gangi høgt uppí at vera álítandi og at gera tingini so væl sum tilber. Mær dámar væl at uppmuntra onnur og elski at síggja fólk eydnast. Eg eri sera ærukærur og vil helst, at tað, sum eg eri við til, hevur eina ávísa dygd.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg valdi fyrst og fremst Kelduna, tí eg kendi, at tað var her, Guð kallaði meg at ganga. Eg havi til tíðir, av egnum ávum, kent meg uttanfyri og havi havt hug at hyggja at grøna grasinum hinumegin ánna, men Guð hevur hvørja ferð sett meg uppá pláss og greitt víst mær, at tað er her, mítt andaliga heim er. Bíblian sigur týðiliga fleiri ferðir, at tann, sum oyru hevur, hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðnum, og er tað mín størsta bøn, at eg ikki skal fylgja mínum kenslum, men hoyra og verða lýðin tí, sum Guðs andi sigur mær.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað, sum mær dámar best við Kelduni, er tað kallið og tann visiónin, ið samkoman ber. Tað, at vera ein miðdepil fyri Guðs fólk í Føroyum og við skúlanum uppala heilar, góðar, kristnar og karakterfullar samfelagsborgarar, er ein fantastisk visión, ið eg taki undir við og stuðli av fullum og heilum hjarta. Børnini eru størsta tilfeingið, ið føroyska samfelagið eigur, og er tað av alstórum týdningi, at tey bera kristnu virðini víðari. Hvat er alternativið?
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Mítt kall hevur altíð verið og er framvegis innan fyri tónleik og lovsang. Eg havi m.a. týtt og skrivað fleiri av lovsangunum, ið vera sungnir og havi eisini spælt ljóðføri og leitt lovsang í nógv ár, ja, næstan heilt aftur til tá samkoman bleiv stovnað. Sum nevnt eri eg ikki aktivur í løtuni, men ætli og vóni at koma sterkt aftur.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
Mín stóri dreymur fyri samkomuna er at síggja menniskju koma her, verða leidd inn í Guðs nærveru og uppliva Guðs kærleika og Guðs frelsandi og grøðandi kraft, so tað spreiðir seg sum ringar í vatninum um alt okkara land. Mín bøn er, at tað í framtíðini kemur at vera so fult av søkjandi menniskjum í Kelduni, at vit mugu byggja út. Eisini vóni eg, at vit kunnu halda fram við at útbyggja skúlan til framhaldsdeild, miðnám og kanska til fróðskaparsetur eisini. Guð er størri enn mínir/okkara dreymar og tankar, so hví ikki?
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Um Guð vil, komi eg framvegis at tæna í Kelduni og vónandi at undirvísa á tónleikalinjuni í framhaldsdeildini á frískúlanum, Keldan.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Eg haldi, at Dávid sigur tað so sera væl við Sálmi 139, hvussu Guð sær meg, og hvussu eg ofta kenni meg í mun til mítt lív í Honum.