Alt, tú veitir føði, gevur ávøkst
Sonja I. Jacobsen, 06.06.2017

Øll vita vit, at tá eitthvørt skal vaksa, mugu vit geva tí mat.

 

Er tað børnini hjá okkum, so ynskja vit, at tey fáa rættan kost og gerast heilsuliga væl fyri. Tá hava vit nøkur kostráð, sum heilsusystir og lækni ráðgevur okkum við. Vit ynskja sjálvandi, at børnini mennast, sum tey eiga; og liggja eftir teimum heilsuligu linjum, har mett verður, at børnini hava tað gott.

 

Fyri at hetta skal ganga væl, og børnini verða vard fyri sjúkum, sum kunnu uppstanda av ymiskum ágangi á likamið, so mugu vit halda okkum til forskriftirnar til besta heilsuliga vøkstur hjá okkara børnum. Hetta kunnu vit við at lesa heilsubøkur, finna kunning á interneti, frá heilsusystir og lækna.

 

Hvat ynskja vit fyri okkara børn?

Sjálvandi ynskja vit at eiga røsk, frisk, væl vaksin og væl ment børn. Tá brúka vit nógva orku uppá at uppsøkja okkum vitan um kostráðini, sum siga okkum nágreiniliga, hvat máltíðirnar skulu innihalda. Og tað kann taka nógva tíð at lesa um matsamansetingina, hvørjar vitaminir barnið helst skal hava dagliga, hvussu nógva vætu tað skal hava um døgnið. Eg kundi blivið við at ramsa upp, hvat ein burdi, kundi og skuldi gjørt.

 

Okkara lív kann útarta seg sera ymiskt og sera ymsiskt frá einum fólki til annað. Vit eru útrustaði sera ymiskt, tí vit skulu jú vera ein eind undir Gudi og skulu samarbeiða við hvønn annan so ella so.

Eisini sum trúgvandi persónar er tað týðandi at vera væl fyri í Gudsóttanum og sinni, tankum og hugsunarhátti.

 

Fyri at vera heilsuliga væl fyri, hugsi um Gudsbarnalívið, so hava vit fingið boð frá pápa okkara í himli. Hann ynskir akkurát tað sama fyri okkum, sum vit ynskja fyri okkara børn. Hann ynskir, at vit fylla okkum við góðum tonkum, so sum at lesa orðið, lurta eftir góðum (andaligum) tónleiki, at vit verða andaliga uppbygd. Tí tá fáa vit glaðar og ljósar tankar, og vit kunnu gleðast við øðrum og hvíla í nøgdsemi.

 

Josva 1:8

Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað, tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.

 

Hvat brúka vit okkara tíð uppá dagliga? Hvat er okkara andaliga breyð og væta?

Geva vit teim neiligu tankunum rúm í huga okkara og lagra tað í hjarta okkara? Um so er, so vilja vit geva munninum loyvi at tala tað út.

 

Sálm. 19:15

Lat orð munns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær Harri klettur mín og endurloysari mín!

 

Bøn:

Faðir hjálp okkum at hava vakrar tankar,

so Tær dámar okkara anga.

Før okkum til Títt orð,

hjálp okkum at seta tíð av til Tín

og bera vakran og góðan ávøkst.

Hjálp okkum at gerast nøgd og glað.

Amen!

 

Skrivað hevur Oddvør Berg Abrahamsen

Sí fleiri greinar