Hvør er Durita Mikkelsen?
Sonja I. Jacobsen, 31.05.2017

Navn: 

Durita Mikkelsen

 

Aldur: 
31 ár

 

Hjúnafelagi og børn:
Gift vid Johnny Mikkelsen. Vit eiga tríggjar døtur, Henny, 10 ár, Mary, 7 ár og Hannu, 6 ár.

 

Hvar býrt tú?
Á Strondum

 

Hvar ert tú uppvaksin?
Á Strondum

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Andaligt og festligt!

 

Hvat gert tú til dagligt?

Vaski skúlan í Kelduni og gevi børnunum í frítíðarstovuni at eta.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Tí tað er akkurát nakað fyri meg.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eri saman við mínari familju, og so havi eg eisini ein húsbólk.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Familjukær.


Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tí her eri eg uppvaksin. 

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Hon hevur altíð verið sum eitt heim fyri meg.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eri við í sunnudagskúlanum, vaskitænastuni og kaffitænastuni sunnudag og leygarkvøld.

 

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At fólk skulu leggjast afturat. 

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Sama stað.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Fil 4:6: Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma framm fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.

Sí fleiri greinar