Navn:
Fróði Johannesen.
Aldur:
23 ár.
Hjúnafelagi og børn:
Havi ein son, sum er 3 ára gamal. Hann eitur Lukas.
Hvar býrt tú?
Eg búgvi á Nesi.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin úti á Nesi og brúkti nógva tíð úti á Gadd, har eg spældi við børnini í grannalagnum.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Sum friðarlig og góð. Kom at kenna børnini har væl, og vit brúktu nógva tíð saman. Eg havi havt eina sera góða familju rundan um meg, sum gav mær tann best hugsandi uppvøksturin, ein kann ynskja sær.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði í Betri Banka sum kundaráðgevi í kundatænastuni.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eik søkti eftir næmingum, og eg sá hetta sum ein góðan møguleika at mennast. Hetta havi eg ikki angrað, og eg stórtrívist. Mær dámar væl at arbeiða við kundum og hjálpa teimum sum best ber til.
Hvat gert tú í frítíðini?
Umframt arbeiði, so taki eg eisini AFR (1. part av HD) gjøgnum Betri, so har eru skúlating at gera. Mær dámar væl at vera saman við vinfólki. Eri partur av einum húsbólki, sum samlast hvønn týsdag. Eri eisini partur av nøkrum tænastum í Kelduni, so eg brúki nógv av míni tíð har, og tað stórtrívist eg við. Brúki eisini tíð saman við soninum.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Róligur, opin, fyrikomandi og sosialur.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Fleiri av mínum vinmonnum ganga har, og eg bleiv bjóðaður av einum inn á møti 5. mars 2016. Eg bleiv frelstur tá og havi gingið har líka síðani, og tað angri eg ikki eina løtu.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er eitt fantastiskt stað at vera. Øll fólkini eru líka blíð, og mann verður altíð møttur við einum smíli. Awake leygarkvøld dámar mær sera væl, og har verður tann sosiali tørvurin eisini nøktaður.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eg eri við í multimedia, møtivertur á Awake og í kaffitænastuni.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At fólk, ið ikki kenna Jesus, skulu leggjast til og koma til trúgv, og at Keldan samstundis skal varðveita tað góða samanhaldið, ið er.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Ringt at siga. Livi vónandi í Føroyum, men annars veit eg ikki. Harrin leiðir.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Matt 6.33: Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Lýsing