Trivnaður í samkomuhøpi
Jonna Heinesen, 13.01.2015

Maslow var ein granskari og setti upp ein pyramiduform av menniskjaligum tørvum. Sum nr. 1 setti hann tørving á mat, klæðir og tak yvir høvdið. Nr. 2 setti hann tryggleika, Nr.3  kærleika/kenslu av at hoyra til. Nr.4 sjálvsálit, og til endans, Nr. 5 at fáa ein tittul og blíva til okkurt.

Ofta tosa fólk um, hvussu tey kunnu økja um trivnað í samkomum, hvussu fleiri kunnu leggjast afturat og støðast. Tosað verður mest um møtitíðir og møtihátt í hesum samanhangi. Harafturat eisini um hølini eru væl  egnað. Um vit prøva til stuttleika at seta tørvir inn sum nakað, sum kanska kann skapa trivnað, kunnu vit seta fylgjandi spurningar:

1. Gevur samkoman tak yvir høvdið og mat? Helst er svarið ja. Men møta vit tørvin á mati, klæðum og heimi til tey, sum tørva?

2. Kenna fólk seg tryggan hjá okkum? Helst er fyrsta svarið ja. Men kenna fólk seg tryggan at opna seg, at játta sína synd, at biðja um hjálp og forbøn?

3. Hvussu vísa vit kærleika og geva nýggjum fólki kenslu at hoyra til? Kanska: drekka, møtivertar, heilsa uppá síðumannin undir møtinum. Um vit t.d. taka tey 5 kærleiksmálini inn í myndina: berørning, tænastur, rós, gávur, tíð saman, so hava vit ymisk hugskot til at vísa kærleika.  Ella vit hyggja í 1. Kor 13: 4-7 um kærleikan.

4. Byggir samkoman og tey trúgvandi sjálvsálit hjá hvør øðrum? Eru vit uppbyggjandi?

5. Kenna fólk, at tey kunnu vera til ávirkan, vinna fram, blíva til nakað (hetta verið seg andalig umforming ella menniskjaligir tittlar)?

Konkret dømir, sum onnur hava brúkt:  heilsa uppá øll nýggj andlit. Ganga runt og heilsa uppá fólk, biðja fyri teimum, profetera, klemma og ymiskt, sum Harrin leggur á hjarta. Forbiðjarar standa klárir hvønn sunnudag. Bjóða fólki javnan heim til sín, til matna og forbøn. Øll átaka sær at heilsa uppá fólk, taka sær tíð til eitt prát og at uppbyggja onnur. Skipa fyri vælgerandi endamálum.  Øll velja at vera ekta, eisini teir dagarnar, har vit kenna okkum veik.  Hetta samsvarar eisini við, hvussu skriftin sigur, vit eiga at vera saman: 1. Kor. 14:26: Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!

Róm 12:9 –16 tosar eisini um sama evni, tá skrivað stendur: Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða! Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!  Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!  Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! Takið tykkum av hinum heiløgu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð! Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki! Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta! Semjist tykkara millum!

Hetta er ikki uppgávur pastorurin klárar einsamallur. Hetta er okkara uppgáva sum samkoma!

 

Skrivað hevur Bjarta Petersen

Sí fleiri greinar