Trúarinnar ABC
Sonja I. Jacobsen, 12.04.2017

Vit mugu hoyra orð Guds, taka tað til okkum og handla uppá tað.

 

Á møtinum sunnumorgunin talaði Ólavur Jacobsen um trúgv. Rúni Rasmussen hevði eisini bókaútgávu av síni nýggju bók ”Lívið nær Gudi”, sum snýr seg um tað týdningarmesta í lívinum, samfalagið við Gud og at liva saman við Gudi. Barnavælsignilsi var eisini, har dóttir Signar og Odu á Fríðufløtum varð vælsignað.

 

Ólavur tosaði út frá Hebrearabrævinum kap. 4 og 5, um at fólkið hoyrdi orð Guds, men nøkur av teimum vildu ikki taka tað til sín.

 

Orð Guds kann hjálpa øllum okkum menniskjum í eini og hvørjari støðu, tað er livandi og hevur kraft til at broyta og frelsa menniskju. Vit kunnu øll vera við at hjálpa menniskjum at geva teimum Guds orð við at geva teimum eina heilsu við einum versi, sum kann broyta tey.

 

Ólavur kom inn á umráðandi ting, sum hava týdning, tá tað kemur til trúgv og at hoyra guds orð og taka tað til sín við trúgv. Nógv fólk hava hoyrt orð Guds men vilja ikki taka tað til sín, tí er neyðugt við umvending. Síðani eru tað onnur, sum ikki hava hoyrt orð Guds, tey ónáddu fólkini, tí senda vit trúboðarar út fyri at fortelja teimum um Guds orð.

 

Ólavur nevndi eisini út frá Ápostlasøguni 14, 7-10, sum hann kallaði ”trúarinnar ABC”, um tann lamna mannin.

 

A: Hann hoyrdi orð Guds

 

B: Han tók tað til sín

 

C: Hann handlaði uppá tað og bleiv frískur.

 

Hvussu er við okkum ídag, trúgva vit, ella hava vit trúgv fyri tí? Hoyra vit? Handla vit?

 

Møtið kann síggjast HER

 

Myndir kunnu síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar