Fyrigeving
Sonja I. Jacobsen, 11.04.2017

Matteus kap 18:23-35

 

Ein summardag, sólin skínur, og eg hoyri fuglarnar syngja uttanfyri, vindeygað stendur á glopp, og eg hoyri, at ein fluga er komin inn. Hon ger ljóð, sum irriterar, og eg vil gjarna hava hana út, tí hetta er irriterandi ljóð at hoyra uppá. Aftaná eina løtu er friður, og eg hugsi ikki um hana longur, men so hoyri eg hana aftur og fari yvir og gloppi vindeygað og royni at fanga hana. Ongantíð eydnast at fanga hana fyrstu ferð, men aftaná at hava roynt nakrar ferðir, fái eg hana út.

 

Okkara lív kann samanberast við henda vakra summardagin. Alt er so gott, og lívið kennist næstan perfekt, men so kunnu ymisk ting henda á vegnum, sum ger, at vit verða kedd og skuffaði. Tað er so nógv, eitt menniskja kann vera út fyri í sínum lívi - men óðansæð, hvat er hent ígjøgnum lívið, er umráðandi, at vit fáa tað út. Hetta ger fortreð og fer ikki úr hjartanum, fyrr enn vit hava fyrigivið og lova tí út. Ofta varnast vit hetta ikki beinanveg, men aftaná eina løtu, merkja vit, at tað er okkurt, sum órógvar okkum í hjartanum, og vit mugu tí hava tað út.

 

"A heart that forgives, a heart that lets go, is the heart that will know, so much freedom"

 

Ein sangur, mær dámar sera væl at lurta eftir, lýsir hetta so væl, tí okkara hjarta kann blíva fylt við hatri, og tá vit fyrigeva hesum persóni, er tað so nógv frælsi. Sjálvt um hesin persónurin kann hava sárað teg SO djúpt, so sigur Guð, at vit eiga at fyrigeva, og tá vit fyrigeva, kennist tað, sum 100 tungir steinar eru farnir úr hjartanum, og vit kunnu anda djúpt aftur. Oftani hava vit eisini brúk fyri at fyrigeva ofta, tí viðhvørt hava vit brúk fyri at siga tað nakrar ferðir við okkum sjálv eisini.

 

"Eitt hjarta har orð títt býr, so at synd ei sleppur inn"

 

Um vit lova hatrinum inn, blívur okkara hjarta hart og skitið, tí er so umráðandi, at vit gera upp við alt, sum liggur og órógvar í okkara hjarta. Tá hava vit brúk fyri at gloppa vindeygað, royna at fanga fluguna og sleppa henni út, og allir teir tungu steinarnir við spurningum um, hvussu tað ber til, vera gjørdir um til frælsi, og man kann venda støðuni til nakað positivt og hugsa frameftir. Vit menniskju snáva í heilum, og vit kunnu gera onnur kedd og skuffaði, men tá er eisini umráðandi, at vit tora at fara yvir at biðja um umbering, og mest umráðandi er eisini at fyrigeva sær sjálvum, tí Guð sigur:

Es. 43:25

- Eg, Eg eri tann, sum - fyri Mína skuld - striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.

 

So vit kunnu ikki blíva við at hanga í syndini, tí um man hevur biðið um fyrigeving, hevur Guð fyrigivið og strikað út misbrot tíni og minnist tey ikki.

 

"Eitt hjarta reint, mín hægsta tráðan er, eitt hjarta sum við ídni fylgir tær"

 

Guð ynskir, at vit skulu hava eitt hjarta, sum er reint, eitt hjarta, sum elskar Hann. Tí er tað umráðandi, at vit fáa allan hendan haturin vekk, fyrigeva og liva lívið víðari fyri Guð. Tað kunnu vera ymisk ting, eitt menniskja kann hava gjørt ímóti tær - summi fylla nógv og onnur minni, men umráðandi er at fyrigeva øllum. Tað tekur tíð - men tað er tað vert, tí tað, sum kemur við fyrigevingini, er eitt lív í frælsi.

 

"tí fullkomið frælsi er, har tín andi er" - um vit liva okkara lív saman við Gudi, verður alt betur :)

 

Kol. 3:12-13

Latið tykkum - sum hini útvaldu, heiløgu og elskaðu Guds - í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!

Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! - Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.

 

Skrivað hevur Mary Frederiksberg

Sí fleiri greinar