Navn:
Heidi Ingolfsdóttir Tvørfoss
Aldur:
43
Hjúnafelagi og børn:
Eg eri gift við Erland Tvørfoss, og vit eiga trý børn. Benjamin, Ingolf og Elin Mariu, sum eru ávíkavist 16, 15 og 9 ár.
Hvar býrt tú?
Eg búgví í Norðragøtu.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Norðragøtu, men sum barn var eg nógv við Sjógv á Strondum hjá ommu og abba.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Sum sera góð, og eg eri glað fyri at hava havt góðar familjur báðar vegir, sum øll hava havt gott samband.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur í virknis- og tilhaldsstaðnum Gloym meg ei, sum er ein partur av sosialpsykiatriini í Almannaverkinum.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Mær dámar sera væl at arbeiða við fólki og kunna vera við at gera ein mun í lívinum hjá teimum.
Hvat gert tú í frítíðini?
At ganga túrar geri eg nógv av, og annars dámar mær at vera saman við familjuni. Mær dámar eisini væl at gera ymiskt handaligt arbeiði, sum at binda og brodera.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Álítandi, arbeiðssom, familjukær.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Familjan hjá mær var við frá byrjan, tá tjaldmøti vóru á Gøtueiði, og tá Keldan bleiv stovnað. Vit hava verið glað fyri at vera í samkomuni og stórtrívast her.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er eitt gott stað at vera, har fólk hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og eisini royna at møta fólki, sum koma inn í samkomuna. Vit eru eisini vælsignaði við góðari leiðslu, sum stendur fast við absoluttar andaligar sannleikar. Mær dámar eisini væl, at samkoman biður bæði fyri okkara leiðarum, landi og Ísrael. Eg eri sera glað fyri, at samkoman er Ísraelsvinarlig.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg og Erland eru leiðarar fyri Hjúnabandstænastuni. Harafturat eri eg eisini ein av teimum, sum gera drekka áðrenn møti og eri eisini í vaskitænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon skal vaksa í tali og at tey, sum ganga her, eisini skulu vaksa andaliga og trívast. Eisini er ein dreymur, at samkoman kann vera við til at ávirka alt tað føroyska samfelagið til tað góða. Í tí sambandinum hugsi eg eisini um, at samkoman er við til at styrkja um familjuna. Persónliga hevði eg hildið tað verið gott, um samkoman fekk eitt enn tættari knýti til Ísrael og kundi skipað fyri ferðum til landið.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Vónandi havi eg góða heilsu og njóti lívið saman við familjuni.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Matteus kapittul 7, 24-29, har Jesus tosar um at byggja á hellu ella sand.