Á veitslumøtinum sunnudagin 9. apríl 2017 kl.11.00 verður nýggja bókin "Lívið nær Gudi" løgd fram.
Bókin snýr seg um tað týdningarmesta í lívinum: samfelagið við Gud. Bókin lýsir týdningin at liva nær Gudi og fyri Hann.
Brot úr bókini:
"Gud er ein persónur. Hann hevur eginleikar, sum eru hugtakandi og lívsumbroytandi fyri okkum, um vit veruliga seta okkum fyri at læra Hansara eginleikar at kenna.
Ferðin at granska Guds eginleikar, er ikki ein ferð í turrisligari gudfrøði, men ein ferð inn í Guds hjarta og persónligheit. Tað er ikki líka mikið, hvussu vit hugsa um Gud. Okkara hugsanir um Gud siga nógv um okkum."
Um høvundan:
Rúni Rasmussen hevur í fleiri ár talað og undirvíst í ymiskum samkomum. Rúni býr á Strondum saman við konu sínari Noomi og børnunum Rakul Mariu og Sámuel. Rúni er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Hann er stjórnmálafrøðingur og hevur eisini BA-útbúgving í søgu.
Bókin er 125 síður og møguleiki verður at ogna sær hana eftir møtið.