Verið fylt av Andanum!
Jonna Heinesen, 04.05.2012

Tala hjá prædikumanninum Smith Wigglesworth (1859-1947):

Brøður og systrar! Gud salvaði Jesus, sum gekk um og gjørdi væl, tí Gud var við Honum; og vit vita við vissu, at Hann er hin upprisni Kristus. Tað er nakað við hesum upprisna, kongaliga og dýrmetta Kristi, ið Gud vil staðfesta í okkara hjørtum í dag. Uppreisnarkraft Kristusar ger, at hjørtu okkara rørast og brenna, og vit vita, at í okkum er hetta æviga virksemið við kraft Andans. À, elskaðu tit, tað æviga lívið er at kenna Jesus! Av sonnum verður myrkursins ríki skakað, tá ið vit røra ta tign, tann heilagleika, guddómliga reinlyndi hjá Meistara okkara, ið var fyltur við kraft, og náði Guds var yvir Honum. Hesin signaði og guddómligi arvurin er okkara. Vissuliga ynskir Gud, at vit øll fáa fatur í eldi. Vit eiga at fata nýggjar veruleikar, vit eiga at gevast at grenja, og vit mugu koma til tað stað, har sigur og frøi er.

 

Í Skriftini lesa vit: “Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað...” (Áp. 4,31). Ein samkoma, sum ikki kann rópa verður ongantíð skakað! Yvir henni kann skrivast “Iskabot, dýrdin er farin.” Tað er bert, tá ið menniskju hava lært loyndarmálið við kraftini í bønini og lovprísan til Gud, at Gud gerst sjónligur. Eg havi hoyrt fólk siga “Á, eg prísi Gudi innvortis” og tó er einki sjónligt útvortis.

 

Tað var ein maður í London, sum átti eina stóra vinnufyritøku. Hann var ein trúgvur kirkjugangari. Kirkjan var vøkur skrýdd og bólstrað. Men hetta gjørdi, at hann sovnaði. Vinnuvirksemi hansara vaks, og hann hevði stóran framburð, men tað tyktist sum var hann altíð í eini marru, og var tað ikki greitt, hvat bagdi honum. Ein dagin fór hann úr skrivstovu síni og gekk sær ein túr. Tá ið hann kom aftur til dyrnar, bar hann eyga á ein drong, sum helt hurðini og hoppaði og floytaði. “Eg vildi ynskt, at eg hevði somu kenslu” segði hann við seg sjálvan. Hann fór afur til sítt arbeiði, men hann hevði ikki frið í sinninum. “Á” segði hann”Eg fari aftur at hyggja at hasum dronginum.” Hann so gjørdi og hugdi at dronginum, ið floytaði og hoppaði. “Kom inn á mína skrivstovu” segði hann við drongin. “Hvussu ber tað til” spurdi hann drongin, tá ið hann var komin á skrivstovuna, “at tú altíð floytar og ert glaður?” “Eg kann ikki gera við tað, meistari” svaraði drongurin. “Hvaðan hevur tú fingið tað?” “Eg fekk tað í hvítusunnusamkomuni.” “Hvar er tað?” spurdi maðurin. Og drongurin greiddi manninum frá samkomuni. Maðurin kom til hesa hvítusunnusamkomu og hoyrdi um kraft Guds. Hann varð knústur, og Gud gjørdi nakað undurfult fyri henda mann; hann varð broyttur. Og ein dagin , tá ið hann var á síni skrivstovu, uppitikin av sínum arbeiði, floytaði og hoppaði hann. Maðurin varð broyttur.

 

Kæru tit, tað kann ikki koma út, um tað ikki er innaní! Tað er Gud, ið umbroytir hjartað og lívið, og Guds kraft má virka innan í okkum, ella verður tað ikki sjónligt útvortis. Vit mugu skilja, at hvítusunnukraftin, sum kom í upphavi, var ætlað til at loysa menniskju. Menniskju eru troytt av lívloysi, troytt av eftirlíkingum. Vit vilja hava veruleikar, menniskju, ið hava Gud í sær, menniskju, sum altíð eru fylt av Gudi. Ongantíð áður hevur tørvurin á hesum verið størri enn í dag. Menniskju mugu verða fylt av Heilaga Andanum.         

 

Vit eiga at vera lík meistara okkara. Vit mugu vera avgjørd í tí, ið vit siga. Vit eiga at hava eina innvortis sannføring og kunnleika um, at vit eru Guds ogn, keypt leys við dýra Jesu blóði, og nú er arvurin í okkum. Fólk kunnu vita, at Jesus doyði og reis upp, og tó eiga tey ikki frelsuna. Kæru tit! Tit mugu hava vitnisburðin. Tit kunnu í dag vita, at tit eru fødd av nýggjum, tí tann, sum trýr, hevur vitnisburð Andans í sær. Tað er satt í dag, at Jesus varð reistur upp við megi Heilaga Andans. Tað er satt, at vit prædika guddómliga kraft, sum kann reisa tykkum upp, og Gud kann seta tykkum í frælsi frá øllum veikleikum. Gud ynskir, at tit skulu vita, hvussu tit kunnu sigra og rópa framman fyri djevlinum og siga: “Harri, tað er fullgjørt!”

 

Eg fari at lesa úr Ápostlasøguni kapitul 4, versini 24 og 31:

 

“Táið tey hoyrdu tað, lyftu tey av einum hjarta upp rødd sína til Gud og søgdu: "Harri, Tú, sum hevur gjørt himmalin, jørðina og havið og alt, sum teimum er í! ...Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.”   

 

Hatta er ein undurfull tíð. Hatta er verulig veking. Gud vil, at vit skulu hava lív. Fólkið sannkendu nakað merkisvert við kraft Guds, ið broytti hesar fiskimenn á hvítusunnudegi. Brøður og systrar! Tað er Heilagi Andin. Vit eiga ikki at siga, at hetta er bara okkurt slag av ávirkan, Hann er persónligheitin og kraftin og nærveran av tí triðja persóninum í tríeindini. Mong av okkum hava í fleiri ár havt eina tráan eftir at síggja Gud koma til sjóndar, og nú kemur Hann til sjóndar. Tað fløðir allastaðni. Gud hellir út Sín Anda yvir alt hold og øll hjørtu, og tey rópa fyri Gudi. Dagurin er komin. Gud fullførir Síni lyfti.

 

Á, hon er yndislig, endurføðingin, sum er ein broyting frá natúru til náði, frá satans valdi til Gud. Tit sum eru natúrlig eru gjørd yvirnatúrlig við guddómligu røring Hansara, ið reisti tykkum frá deyðum. Heilagi Andin er komin fyri at verða verandi. Hann avdúkar fylling Guds. Sanniliga, Heilagi Andin hellir út kærleika Guds í okkara hjørtum, og Hann tekur av tí, ið hoyrir Jesusi til og vísir tað fyri okkum.

 

Eg veit, at henda stóra frelsa, ið Gud hevur givið okkum, er so stór, at tað kennist sum er alt likamið hugtikið. Torir tú at leypa í kraft Guds henda seinnapart? Torir tú at taka tín arv í Gudi? Torir tú at líta á Gud? Torir tú at standa á tí, sum skrivað er í Hansara Orði? Um tú trýrt, skal tú síggja dýrd Guds. “Alt er honum møguligt, sum trýr” (Mark. 9, 23). Torir tú í dag at koma nær og siga, at Gud vil gera títt likam heilagt? Hann vil, at tú skalt hava eitt reint likam, eitt heilagt likam, eitt likam, sum er sett til síðis, eitt likam lagt á Guds altar, soleiðis, at tú ikki longur verður lagaður eftir hesum heimi, men umbroyttur og endurnýggjaður eftir Hansara mynd.

 

Tað er fólk her, sum koma í eina støðu, har tey mugu at standa á Orði Guds. Tú verður sáldaður sum hveiti. Tù verður royndur, og kennist henda roynd sum nakað løgið. Tú kemur til tær truplastu umstøðurnar, har alt helviti tykist at vera rundan um teg, men Gud vil hjálpa tær og geva tær megi og leiða teg til eitt óavmarkað trúarstøði. Gud vil ikki lata tykkum “verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana” (1. Kor. 9,13). Vissuliga fer Gud at siga tær, tá ið ert royndur nóg mikið til tess at fáa fram tað reina gullið. Allar royndir hava til endamáls at fyrireika teg til eina størri og betri støðu fyri Gudi. Tín roynda trúgv gevur tær vissu um, at tú fert at hava Guds trúgv til at koma ígjøgnum ta næstu royndina. Hvør fer at liva óvirkin, veik, lítisverd, trek, dølsk, bønarleys og bíbliuleys lív, tá ið ein veit, at ein skal ígjøgnum hesar royndir? Og vilt tú verða fullkomin í veikleika, so mást tú verða royndur sum við eldi fyri at vita, at einki menniskja kann vinna sigur. Tað bara kraft Guds í einum menniskja, ið kann sigra. Heilagi Andin vil leiða okkum hvønn dag. Tú fert at ásanna, at hesar løttu líðingarnar, sum eru eina stund, virka fyri okkum ævgia dýrd.

 

Kæru tit! Hvat gera vit við hetta í dag? Vit mugu hava háflóð henda seinnapart. Menniskju mugu taka ímóti Heilaga Andanum, menniskju skulu verða grødd har tey sita, og Gud skal blíva sjónligur.

 

Fleiri av tykkum hava tráað eftir Heilaga Andanum. Gud kann doypa teg beint har tú ert. Kanska nøkur eru her, ið ikki hava smakkað náði Guds. Vatns lísvsins er tær nær. Drekk, bróðir og systir! Tí Gud sigur: ”Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!” (Op. 22,17).  

”Elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum” (1. Jóh. 4,12). 

 

Henda tala varð hildin í “Glad Tidings Tabernacle and Bible Training School” í San Francisco, California, í august í 1922.  

 

Rúni Rasmussen umsetti.

 

Les meira um lívið hjá Smith Wigglesworth og útvaldar talur á heimasíðuni www.smithwigglesworth.com

 

Sí fleiri greinar