Gud elskar teg persónliga
Sonja I. Jacobsen, 22.03.2017

”Sig við teg sjálvan, tá tú ert í einsemi: ”Eg eri Guds barn, og eg eri elskaður av honum.” Tað segði Ólavur Jacobsen, sum á møtinum í Kelduni sunnudagin talaði um Guds kærleika til hvørt einstakt menniskja.

 

”Hetta er ikki bara ein kensla, men hetta er nakað, sum vit eru,” segði Ólavur.

 

Verða brúkt sum vit eru

Ólavur segði, at Gud kann brúka okkum júst so, sum vit eru.

 

”Eg dugi ikki at tala sum Pauli, men eg leggi einki í tað,” segði hann.

 

”Tæn Gudi soleiðis, sum tú ert!”

 

Vit eru elskað av Honum

Ólaur vísti til nógv skriftstøð í Bíbliuni, millum annað 1. Jóhannesarbræv 3,1: Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! - Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.

 

Versið byrjar við orðinum ”Síggið!”

 

”Jóhannes vildi, at tey, sum lósu brævið, skuldu síggja hetta, at Gud elskar teg, og tú ert hansara barn,” segði Ólavur.

 

Soleiðis bleivst tú Guds barn

Jóhannesar evangeliið 1, 12 sigur, hvussu tú bleivst eitt Guds barn: ”Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara.”

 

”Jesus elskar meg og gav seg sjálvan fyri meg,” segi Ólavur. Hann vísti eisini á, at Jóhannes kallaði seg sjálvan lærusveinin, sum Jesus elskaði.

 

Róm. 5, 8: men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

 

”Langt áðrenn vit hugsaðu um Gud, tá elskaði hann okkum og legði frelsuætlan fyri okkum,” segði Ólavur. Hann nevndi eisini søguna um syndafullu kvinnuna, sum salvaði Jesus.

 

”Jesus er mentur at broyta lívið hjá menniskjum – eisini teimum, sum eru kend sum syndafullir persónar. Tú hevur kanska gjørt ein ”lítlan feil” og hevur ilt við at trúgva, at Gud vil fyrigeva tær, men tað ger Hann”, segði hann.

 

Fingu barnakor

Efesus br. 1, 5: Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns

 

Ólavur legði dent á orðið ”sonarkor” ella ”barnakor”. Hann segði, at onkur ensk umseting av Bíbliuni sigur, at Hann ”adopteraði” okkum, fyri at geva okkum sonarkor.

 

”Ein adoptión kostar nógvar pengar, men eitt mannalív kann ikki gerast upp í pengum, og Jesus rindaði við sínum egna blóði”, segði hann.

 

Spegla tær í Bíbliuni

”Tá vit hyggja í eitt spegl, so eru vit ikki glað fyri alt sum vit síggja. Summi kunnu hava ein perfektan kropp og kortini vera misnøgd. Men spegla tær í Guds orði og síggj har, hvør tú ert.” segði Ólavur.

 

Hann segði, at summi stríðast við ótta, undirlutakenslur, og fordøming.

 

”Eg stríddist við ótta fyri álvarsligum sjúkum, men bleiv loystur frá tí,” segði Ólavur.

 

”Tú ert tað sum Jesus gjørdi teg til, við at hann doyði fyri teg,” segði hann.

 

Róm. 8,32: Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!

 

Aftaná taluna varð bjóðað fram til forbøn.

 

Øll eru partur av tí sum hendir í samkomuni

Pauli Høj leiddi møtið, og Steffan Olsen leiddi lovsangin.

 

Pauli las í byrjanini av møtinum Josva 1, 2-3: ”Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum!

 

Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum - sum Eg lovaði Mósesi.”

 

”Hetta eru orð til alt fólkið – alla samkomuna,” segið Pauli. Hann samanbar hetta við páskastevnuna, sum stendur fyri framman.

 

”Vit mugu øll vera við og standa saman – ikki bara leiðslan,” segði hann.

 

Biðið var í hesum sambandi fyri páskastevnuni.

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar