Navn:
Debora Biskopstø
Aldur:
27 ár
Hvar býrt tú?
Klaksvík (tó ikki so ‘lokal’).
Hvar ert tú uppvaksin?
Eri mestsum uppvaksin í Klaksvík, men eisini havi eg búð nøkur ár bæði í Danmark og í Eysturoynni sum heilt lítil og sum smágenta.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Torfør.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði á Bakkafrost.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Mær tørvaði arbeiði, tann tíð tað var. Eg kom so at arbeiða har, og mær dámdi tað fínt. Okkurt má mann gera fyribils.
Hvat gert tú í frítíðini?
Ikki tað heilt villa. Viðhvørt eri eg saman við familju og fólki, ið eg eri góð við. Annars fer tíðin jú eisini í samkomuni.
Eg royni eisini at fara til andalig tiltøk aðrastaðni, tá tað er. Tað dámar mær sera væl at brúka frítíðina uppá.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Ævintýrhugað, hugsunarsom og ruddilig.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Sum smágenta var eg nógv á Skála hjá Martinu mostur, har eg eisini hevði systkinabørn. Tey komu í Kelduna, so eg fór við teimum viðhvørt.
Eg minnist serliga, hvussu væl eg kendi meg millum ungdómin. Fyri meg virkaðu tey sum sonn menniskju. Tey sóu meg og tóku sær altíð stundir at tosa við fólk. Tey løgdu í hvønn annan og onnur við.
Tá eg flutti til Eysturoynna sum 17 ára gomul, valdi eg at skifta samkomu, tí eg kendi, at eg passaði betur inn í Kelduna. Soleiðis bleiv hon mítt andaliga heim, og tað kendist rætt. Eg havi ikki angrað tað higartil.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er altjóðað, og menniskju við ymiskum tjóðskapi savnast har. Har eru nógv góð fólk og stórir møguleikar. Í Kelduni eru nógv fólk, ið eg eri góð við, og sum eru livandi fyrimyndir.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eg eri við í umsetingartænastuni og vaskitænastuni.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At vit fara at senda fleiri fólk úr samkomuni í fulltíðarmissión, og at stórur dentur verður lagdur á missiónsarbeiðið. Eisini at andaligu gávurnar verða virknari og sjónligari.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Eg vóni, at eg verði akkurát har, sum Gud hevur kallað meg at vera. Vónandi verði eg úti í víðu verð og tæni Honum.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Sálm. 40:2 Eg vónaði og vónaði á HARRAN; tá boygdi Hann Seg til mín og hoyrdi róp mítt. Sálm. 40:3 Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst. Sálm. 40:4 Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. - Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN.