Væleydnað kvinnukvøld
Sonja I. Jacobsen, 10.03.2017

Vinkonur, bindiklubbar, einstaklingar, ungar, eldri – ja, nógvar vóru kvinnurnar, ið vóru savnaðar til kvinnukvøld í Kelduni á kvinnudegnum 8. mars.

 

Tá klokkan var farin av átta, sótu góðar 300 kvinnur til borðs.

 

Prátið gekk dúgliga tvørtur um borðini, ið vóru fylt við kaffi, frukt, muffens, heimagjørdum bommi frá AM sweet og brellbitum frá Olafsdóttir.

 

Sunniva hevði nøkur góð og uppmuntrandi orð, Birita Olsen kom við góðum ráðum til gerandisdagin, og Eydna í Billustovu greiddi frá um hár, skap og móta.

 

Tá skráin fyri kvøldið var liðug, leitaðu fleiri sær til søluborðið hjá Morentsu, har møguleiki var at keypa Aloe Vera vørur, make up og smykkur úr Ísrael.

 

Alt í alt eitt væleydnað kvøld fyri allar kvinnur.

 

Myndir síggjast HER

Sí fleiri greinar