Mikudagin, 8. mars, er altjóða kvinnudagur, og í tí sambandi, verður skipað fyri einum hugnaligum kvøldi í Kelduni. Kvøldið er ætla sum eitt hugnakvøld fyri allar kvinnur, har eitt uppbyggjandi orð verður at hoyra, góð ráð verða givin, hugni og sjálvandi verður okkurt leskiligt at eta.
Á skránni verður:
- Orð frá Sunnivu Poulsen
- Góð ráð til gerandisdagin
- Eydna í Billustovu tosar um stíl og snið innan hár og make up
- Aloe Vera vørur
- Brellbitar frá Olafsdóttir
- Drekkamunnur
Tiltakið er ókeypis, og allar kvinnur eru vælkomnar!