Kærleiki Guðs
Sonja I. Jacobsen, 28.02.2017

At lesa um kærleika Guðs - at hoyra og at merkja hansara kærleika - er tað besta, sum eg yvirhøvur kann hugsa mær.

 

Vit lesa um Guðs kærleika ígjøgnum alla Bíbliuna. Eitt satt kærleiksbræv til mannaættina. At Guð gav son sín hin einborna til okkum, so at vit kunnu hava ævigt lív, og at hann fyrigav okkum allar syndir okkara, er størsti kærleikin.

 

Guð lat son sín Jesus, fyri at vit kundu liva. Tí hann kundi ikki góðtaka at síggja okkum fara til glatan. Hann gjørdi tað av kærleika. Tí hann elskar okkum. Eins og ein av sangunum hjá Martini Í Grund sigur so væl:

 

- Ein annar leið í mínum stað, uppi á heygnum tann langa dag. Fyrigivin, fyrigeva má, minn meg á, at eg gloyma má...

 

Vit skilja ikki altíð Guðs ætlan við okkum. Tað er nógv, ið kann virka meiningsleyst, vit missa tey, vit eru góð við, ella sjúka rámar, hjúnarskilnaður, fíggjartrupulleikar o.a.l. Hvussu kunnu vit trúgva og líta á Guð, tá alt hetta hendir? Tá er gott at vita, at tað ikki er tann óndi, ið hevur okkum í sínum hondum, nei, Guð er Guð, og hann tekur ábyrgd. Hann vikast ikki undan.

 

Tá er ómetaliga týdningarmikið við trúgv og vón og at finna kærleikan, sum er Jesus. Trúgvin á, at Guð enn er kærleiki, eisini tá hann letur sorg koma á okkara veg, tann Guð er tann Guð, ið elskar okkum so nógv, at hann doyði av tí, OG reis uppaftur.

 

So óansæð hvussu tín dagur er, hvat tú hevur at bera, hvat tínar kenslur siga tær, vil Guð gjarna møta tær í dag og hevur nakað at siga tær. Hann biður teg um at leggja alt í hansara hendur. Hann vil lata teg síggja, at hann hevur alt í síni hond og eisini vil bera tína pínu/sorg/byrðu.

 

HARRIN - Hann, sum gongur á odda hjá tær - Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!”

5. Mós. 31,8

 

Kanska tað er torført at trúgva tí, men tað er av týdningi at minnast til, at vit eru ikki okkara kenslur, men tað, ið vit vilja! Okkara kenslur eru akkurát sum vindurin blæsur viðhvørt, serstakliga tá lívið er torført, og tá er at minnast til at halda fast í Jesusi, og kenslurnar koma at fylgja við.

 

Róm. 8,38-39: Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

 

Guð er tann einasti, ið kann ugga okkum langt inni í hjartanum. Hann torir at koma inn til okkara djúpastu pínu og torir at siga við okkum: ”ver frímóðig, tí eg havi sigrað á øllum, og mín sigur er endin á sjúku, deyða og pínu”.

 

Sálmur 121

Ímynda tær at tú trýnur fram fyri Guð við øllum, tú hevur at bera og sigur við Hann: “her komi eg við øllum, góði Guð, vilt tú geva mær tín frið, vilt tú lyfta mítt høvd?”

 

Eg síggi fyri mær, at Jesus kemur yvir til tín, og tú boyggir tíni knø. Hann setir seg við tína lið og sigur títt navn. Tú sært í hansara eygum óendaligan kærleika og sær, at hann grætur yvir øllum tí svára, ið tú hevur møtt. Ígjøgnum tárini sigur hann: “Eg gangi við tær, eg eri við tær”, og í hesi løtu veist tú, at hann altíð hevur verið við tær.

 

Guð vil vísa tær sín kærleika mitt í tí svárastu neyð. Heilagi Andin skal hjálpa tær, so at tú sær tað. Komi og gangi saman við Jesusi í felag, ímeðan hann ber okkum ígjøgnum lívið. Hjálp mín frá Harranum kemur.

 

Ein vakur og uppmuntrandi sálmur av Mikkjali á Ryggi. Sálmur 441 úr Sálmabókini.

 

Skrivað hevur Marjun Hentze

Sí fleiri greinar