Hvør er Sámal? 
Sonja I. Jacobsen, 21.02.2017

Navn: 

Sámal Joensen

 

Aldur:         
38

 

Hjúnafelagi og børn:
Giftur við Barbaru Steinkross Joensen, vit eiga tríggjar gentur; Anni Kate, 9 ár, Sára, 7 ár og Lea, 3 ár.

 

Hvar býrt tú?

Grannatún 12, Saltangará

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Úti í Rókini á Saltnesi. Vit fluttu til Danmark, tá eg var 11 ár.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Tey vóru fantastiska góð og trygg. Uppvaksin í einum trúgvandi heimi. Havi havt nógvar góðar løtur í fríu náttúruni í Føroyum.

 

Hvat gert tú til dagligt? 
Sølumaður á Vest Pack.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?
Havi starvast við sølu og tænastu síðstu 20 árini og tók í 2014 av møguleikanum við einum sera spennandi og avbjóðandi starvi á Vest Pack innanfyri fiskivinnuna í Føroyum og Íslandi.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Dámar væl at umvæla eitt sindur í húsinum. Royni eisini at halda meg í gongd við eitt sindur av innandura fótbólti. Annars eri eg so nógv sum gjørligt saman við familjuni.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Álítandi, arbeiðsamur og jaligur. Seti stóran prís uppá, at mín familia hevur tað gott.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Vit valdu at flyta til Skálafjørðin í 2011, og tá gjørdist Keldan okkara andaliga heim.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað, mær dámar væl við okkara samkomu, er, at sjálvt um hon er ein stór samkoma, og fólk eru ymisk, so hevur hon megnað at staðið føst og ikki fylgt rákinum, ið er rundanum okkum.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?

Møtivertur á ungdómsmøtunum og parkeringsvakt til størri tiltøk.

 

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?

At hon fer at vaksa við at fólk, sum ikki kenna Jesus, fara at leggjast afturat og kenna seg vælkomin.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Gjarna her í Grannatúni saman við míni familju.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Rom 8:1: So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusu eru.

 

Sí fleiri greinar