Hitt æviga lívið                         
Sonja I. Jacobsen, 15.02.2017

”Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.” Jóh.17,3 

 

"Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg..." Jer.1,5 

 

”Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum." Sálm.139,15 

 

"líkasum hann útvaldi okkum í honum (Jesusi), áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur… Ef.1,4 

 

Her síggja vit, at Jesus kennir okkum og altíð hevur kent okkum, men fyri at fáa ævigt lív saman við honum, mugu vit koma at kenna hann og taka ímóti honum sum okkara persónliga frelsara. Tað er ongin vegur til himmalin uttan gjøgnum Jesus.

 

Jesus segði: EG ERI VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIÐ, ONGIN KEMUR TIL FAÐIRIN UTTAN VIÐ MÆR. Men Jesus ynskir ikki bara, at vit skulu vera saman við honum í himmalinum, hann vil eisini hava samfelag við okkum, meðan vit enn eru her.

 

Jesus er okkara brúðgómur, vit/samkoman/tú og eg, eru hansara brúður.

Ein brúðgómur og ein brúður, sum elska hvørt annað, hava bara eyga fyri hvørjum øðrum.

Ein brúðgómur ynskir ikki at deila sína brúður við nakran annan. Soleiðis er tað eisini við Jesusi, hann vil ikki deila okkum við nakran annan. Hann vil hava okkum allan, sum vit eru.

Jesus hevur longu ofrað alt fyri at vinna teg og meg; eg og tú hava eitt val, um vit vilja ofra alt fyri hann og samfelagið við hann.

 

Í Opinbering Jóhanneser 2,4 lesa vit: "Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum."

 

Hvat er tað so, sum ger, at Jesus/makin ikki er nokk? Er tað tí at mítt/títt fokus er flutt á onkran annan/okkurt annað? At onkur/okkurt annað fær okkara uppmerksemi? og okkara tráan soleiðis verður eftir onkrum øðrum? at vit leita aðrar vegir fyri at fáa fylt okkara tørv? 

At vit, heldur enn at hava okkara fokus á Jesus og hansara fullgjørda verki á Golgata, fara at leita í heiminum, í heimsins vísdómi ella øðrum religiónum!

 

Jes. 9,6 sigur: ”navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.”

 

Jesus er alt hettar og er fult út mentur at fylla allan okkara tørv - bæði til anda, sál og likam. Jesus Kristus er í gjár, í dag og til ævigar tíðir hin sami. Hann ger undur, hann grøðir hini hjartabrotnu, setir fangar fríar. Hansara blóð reinsar frá allari synd. Óansæð hvat tú enn ert bundin av, er Jesus mentur at seta teg frían og "tann sum sonurin hevur sett frían, er av sonnum fríur."

 

Jesus sigur: "Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!" Johs.7,37

"men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta" Johs.4,14

 

So latið okkum hava okkara eygu fest á Jesus; latið okkum halda okkum nær til hann.

Latum okkum ikki drekka skitið vatn úr heimsins brunnum, men lati okkum drekka reint, lívgevandi vatn úr tí livandi kelduni, sum er Jesus Kristus.

 

Skrivað hevur Sigrun Bolstad

Sí fleiri greinar