Navn:
Alice Frederiksberg
Aldur:
34 ár
Hjúnafelagi og børn:
Maðurin eitur Jónhard Frederiksberg, og børnini eru Jákup Pauli, 12 ár, Birgit, 11 ár og Jónhild, 6 ár.
Hvar býrt tú?
Vit búgva á Skála. Vit keyptu eini eldri hús í 2007, tey eru bygd í 1958. Vit hava renoverað tey og trívast væl har.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg vaks upp Undir Gøtueiði. Pápi mín Jonhard Joensen er har frá, og mamma mín, Birgitta (Hansen) Joensen, er úr Fuglafirði.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Trygg og góð, rík av náttúruupplivingum, kreativ og skapandi.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg starvist sum privatkundaráðgevi í Eik í Saltangará. Eri eisini í gongd við AFR (Akademiuddannelse for Finansiel Rådgivning), ið er ein útbúgving, ið gevur atgongd til 2. part av HD.
Hví valdi tú tað arbeiði?
Eg søkti, tá tey lýstu eftir næmingum í 2011 og fekk starvið. Systir mín arbeiddi í Eik tá, og sambært henni var hetta óivað nakað fyri meg – og so var. Eftir lokna lærutíð, fekk eg fast starv. Havi lært sera nógv, møtt nógvum avbjóðandi og mennandi uppgávum, verið á læruríkum skeiðum og komin at kenna nógv nýggj fólk. Mær dámar væl at kunna veita eina góða tænastu, kunna um viðkomandi produkt og ráðgeva innan fíggjarlívið hjá ungum og familjum.
Hvat gert tú í frítíðini?
Umframt dagliga lívið sum mamma, kona og húshaldari, dámar mær væl urtagarðsarbeiði, at renna mær ein túr, vitja familju og vinir og fara í bindiklubb.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Fyrikomandi, álítandi og jalig.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Míni foreldur hava alla mína tíð gingið í Kelduni og verið við í tí arbeiði, ið hevur verið gjørt har. Tí var tað eitt náttúrligt val hjá mær, at Keldan eisini bleiv mítt andaliga heim.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er ein livandi samkoma í vøkstri, sum eg (og vit sum familja) rokna sum okkara andaligu familju. Upp ígjøgnum árini havi eg kunnað brúkt míni evnir har, fingið avbjóðingar og á tann hátt ment meg á ymiskum økjum. M.a. tí elski eg at koma har hvørt vikuskifti til møti/undirvísing og lovsang.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Vaskitænastuni, prýðistænastuni, barnaarbeiðinum, hjúnarbandstænastuni og kaffitænastuni. Eg leiði møtir av og á og eri við til at fyrireika ymisk tiltøk.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Vøkstur: At fleiri fólk leggjast afturat samkomuni og koma í tænasturnar, at vit kunnu útbyggja meira, at fáa fleiri tænastur upp at koyra og eitt enn meiri blomstrandi barna- og juniorarbeiði. Eisini dámar mær væl, at fleiri fólk vera sett í starv, soleiðis at vit kunnu hava eina væl skipaða samkomu.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Tað er torført at siga. Tá verða tað aðrar avbjóðingar í familjulívinum, og vónandi havi eg eisini tá eitt gott starv við avbjóðandi uppgávum. Eg vóni, at eg eisini tá kann hyggja afturá og siga, at hetta hava verið 10 rík og góð ár. Vælvitandi, at til tíðir kann lívsins skúli vera harður, og tá er onki, ið kann vera betur enn at hava Gud við í øllum! Fil. 4,6
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Ja, tað eru nógv ávís vers til ymsar tíðir í lívinum – og tí er tað so gott at fylla seg við Guds orði. Tó so er hetta eitt vers, ið eg ofta kann minna meg á at læra týdningin av:
1. Tim. 6,6: ‘Ja, saman við nøgdsemi er Gudsóttin stórur vinningur!’