Fáa tankarnar burtur frá sær sjálvum
Sonja I. Jacobsen, 27.12.2016

”Og hann rópaði mannamúgvuna til sín saman við lærusveinum sínum og segði við tey:

«Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja mær.” Mark. 8,34

 

Ein partur úr bókini hjá Joyce Meyer ”100 mátar at gera sítt lív einfaldari” hevur yvirskriftina omanfyri.

 

Ein, sum hevur ein egoistiskan og sjálvsentreraðan lívstíl, er ofta innilukkaður. Gud ætlaði ikki, at vit bara skulu hyggja inneftir og bara hugsa um okkum sjálv. Hann vil, at vit skulu náa onnur og líta á, at Hann tekur sær av okkum. Bíblian sigur, at Jesus gav seg sjálvan og alt til sín himmalska pápa, tí Hann visti, at Hann var rættvísur (1. Pæt. 2,23), og vit áttu at gjørt sum Hann.

 

Málsetningurin hjá einum trúgvandi skal vera at fylgja Jesusi. Eftir at hava tikið hesa avgerð, sigur Jesus, at vit treingja til at missa okkum sjálv úr eygsjón – eisini øll okkara áhugamál. (Mark. 8,34)

 

Ofta hugsa vit, at um vit gera alt, sum Hann biður okkum um, koma vit ongantíð at njóta lívið ella fáa tað, vit ynskja, men tað er ofta øvugt.

Tá ið vit geva okkara lív til onnur, gevur Gud okkum eitt nógv betri lív.

 

Eg kann viðmæla tær at pensjonera teg frá at vera so upptikin av tær sjálvum og lata Gud fáa loyvi at vera Gud í tínum lívi. Lat Hann taka sær av tær. Eg sigi ikki, at tú ikki skal taka tær av tær likamliga, mentalt, kensluliga og andaliga, tí tað eigur tú.

 

Eg sigi, at tú skalt halda uppat at stúra fyri, hvussu tú skalt fáa tað, tú ynskir tær her í lívinum.

 

Fá teg sjálvan út úr tonkum tínum, tí meira tú hugsar um teg sjálvan, jú meira veikan kennir tú teg.

 

Alt í okkara kjøtliga ella menniskjaligu natúr er fokuserað um okkum sjálv. Men takk Gud, tá ið ein tekur ímóti Kristusi sum sín frelsara og Harra, tekur ein ímóti eini nýggari natúru/sinnalagi. (2 Kor. 5,17)

 

Henda nýggja natúra/sinnalag lærir okkum ikki at hugsa um okkum sjálv, men hugsa um onnur fyrst. Tá ið vit eru í Kristusi, mugu vit læra at liva á ein annan hátt. Vit koma í relatión við Hann gjøgnum trúarhandlingar, sum vit gera, tá ið vit biðja Hann vera Harra í okkara lívi.

 

Men so mugu vit læra at liva við hesi trúarhandling, vit mugu halda fast við ta greiðu støðu, sum sigur: Tað handlar ikki longur um meg.

 

Yvirgev teg sjálvan til Gud og far á eina ferð gjøgnum lívið, sum er verd at liva. At stúra fyri sær sjálvum og altíð royna at tryggja, at tú verður tikin hond um, er kompliserað. Men at líta á, at Gud hevur umsorgan fyri tær, tá ið tú hevur umsorgan fyri øðrum, er einfalt.

 

Nokta at óttast fyri, hvat vil henda tær, Gud er trúfastur, Hann vil taka sær av tær, um tú lítur á Hann.

 

Nú jólini eru í hondum, er hetta sera gott at hugsa um.

 

Skrivað hevur Paula Frederiksberg

Sí fleiri greinar