Guds orð
Jonna Heinesen, 01.04.2011

Bíblian er ikki ein vanlig bók. Hon kann als ikki metast saman við aðrar bøkur; hon er serstøk. Tað er eingin bók í heiminum, ið hevur havt so stóra ávirkan á mannaættina sum Bíblian. Bíblian er heimsins bestseljari á hvørjum ári, og er hon umsett til fleiri enn 2000 tungumál. Tað er skilagott at geva eini slíkari bók gætur, ið hevur havt, og framvegis hevur, so stóra ávirkan á óteljandi menniskju.

 

Theodor Roosevelt segði, at djúptøkin vitan um Bíbliuna er meiri verd enn prógv frá hægri læristovni. Heimspekingurin Immanuel Kant segði, at Bíblian er ein ótømandi sannleiks-kelda, ið er størsta signingin, sum mannaættin hevur upplivað.

 

Høvundur Bíbliunnar er ikki hvør sum helst. Hann eitur Gud; Hann, sum hevur skapt alheimin og okkum menniskju. Frá Honum kemur alt lív og øll sonn vitan. Bíblian er serstøk,tí høvundurin er serstakur. Gud hevur gjøgnum skaparverkið víst nakað av sær sjálvum, og ígjøgnum Bíbliuna fáa vit eina mynd av, hvør og hvussu hesin persónurin er, ið hevur skapt okkum. Gud hevur ein boðskap til menniskjuni, og hesin boðskapur er at finna í Bíbliuni, sum er Guds orð til okkara. Bíbliunnar orð er Guds orð. Bíblian er eitt bræv, ið Gud hevur sent okkum. Fyri hin kristna er Bíblian ikki einans ein áhugaverd lærubók, men Guds egna orð til alla mannaætttina og hin einstaka.

 

Kendi evangelisturin D. L. Moody segði, at skriftirnar (Bíblian) vórðu ikki givnar fyrst og fremst fyri at økja um okkara kunnleika, men fyri at broyta lív okkara. Hetta er ein sera beinrakin lýsing av endamálinum við Bíbliuni. Sjálvsagt verður okkara kunnleiki øktur, tá ið vit lesa Bíbliuna, men endamálið er, at Guds orð skal broyta og umskapa lív okkara. Bíblian kann broyta okkara lív, tí tað er ein kraft í hvørjum orði; tað er skaparin sjálvur, ið talar gjøgnum Sítt orð (Hebr. 4,12). Hetta sigur Paulus um Guds orð:

 

»Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk« (2 Tim. 3,16-17).

 

Hetta skriftbrot vísir greitt, at skriftin (Guds orð) er útgingin frá Gudi; tað er Gud, sum er høvundur. Eisini vísir brotið, at talan er um eitt greitt endamál við Guds orði. Endamálið er at gera hin kristna búnan og fullkomnan til at gera Guds verk, sum er eitt gott verk. Um vit, sum kristin menniskju, ynskja at vaksa andaliga, so er Bíblian, Guds orð, amboðið, sum fremur andaligan vøkstur í okkara lívi.

 

Gud hevur gjøgnum ymisk menniskju skrivað Bíbliuna. Hesi menniskju skrivaðu við sínum orðum tað, sum tey upplivdu og hoyrdu. Men tá ið tey skrivaðu, vóru tey drivin av einum guddómligum persóni; og hesin persónurin er Heilagi Andin. Pætur sigur hetta um sambandið millum profetorðini, tey, sum skrivaðu profetorðið og Heilaga Andan:

 

»Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds« (2 Pæt. 1,21).

 

Hetta vers prógvar, at Gud við sínum Heilaga Anda leiddi tey, sum skrivaðu profetaorðini niður. Gud hevur við sínum Anda skrivað Bíbliuna, ið er profetorð.

 

Eingin kann kalla seg ein sannan kristnan, uttan at hava ein longsul eftir at læra Gud at kenna ígjøgnum Guds orð. Tað er ígjøgnum Guds orð, at vit síggja, hvør Gud er. Bíblian vísir okkum, at Gud er heilagur, rættvísur, kærleiksfullur, náðigur, góður, alvitandi, almáttugur o.s.fr. Uttan Bíbliuna høvdu vit ikki vitað, hvørjar eginleikar Gud hevur.

 

Í Bíbliuni vísir Gud okkum, hvør hann er, hvat Hann ynskir og hvørji vit eru. Serliga kemur tað til sjóndar, at menniskjan er fullkomuliga hjálparleys og neyðstødd uttan skaparan. Sum úrslit av syndini er menniskjan skild frá Gudi og uttan framtíð og andaligt lív. Úrslitið av Guds náði og umvending er, at vit eru bjargað frá deyðanum og syndini.

 

Gud hevur við syni Sínum, Jesusi Kristi, sett okkum í frælsi frá syndini og givið okkum ævigt lív (Jóh. 3,16) Vit sum vóru hjálparleys og neyðstødd hava fingið eina framtíð saman við Gudi. Gud hevur frelst okkum frá syndini til eitt lív saman við honum. Hetta lívið saman við Honum er eitt ávakstrarríkt lív. Jesus sigur, at Faðirin verður dýrmætur, tá ið vit bera nógvan ávøkst og eru lærisveinar Hansara (Jóh. 15,8).

 

Guds ynski fyri okkara lív er andaligur vøkstur. Hesin vøkstur kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu gera okkara part, sum er at liva í Orðinum og lata okkum fylla av Heilaga Andanum. Orðið og Andin kunnu ikki skiljast sundur. Orðið førir okkum til eitt lív í Andanum, og Andin førir okkum til eitt lív í Orðinum.

 

Bíblian ella Guds orð er livandi og hevur kraft. Orðið ávirkar og broytir okkum, so at vit vaksa og líkjast meiri og meiri Jesusi í hugburði, sinnalagi og atferð.

 

Við sínum Orði gevur Gud okkum:

 

· Trúgv (Róm. 10,17)
· Endurføðing og nýtt lív (Ják. 1,18; 1 Pæt. 1,23)
· Andaliga føði (1 Pæt. 2,1; Matt. 4,4)
· Opinbering og vegleiðing (Sálm. 119,105, 130)
· Reinsan og heilaggering (Sálm. 119,9; Ef. 5,25-27; 2 Pæt. 1,1-4; Jóh. 15,3)
· Eydnu og signing (Sálm. 1,1-3; 19,12; Jos. 1,8-9)
· Grøðing (Sálm. 107,20)
· Sigur yvir synd (Sálm. 119,11)
· Sigur yvir Satan (Luk. 4,4,8,12; Ef. 6,17; 1 Jóh. 2,14; Op. 12,11)
· Frælsi frá dómi (Jóh. 5,24; 12,47)

 

Tað er av alstórum týdningi fyri okkara andaliga lív, at vit liva í hesum sannleikum. Guds orð eigur at fáa ræði á okkara lívi og hugsanarhátti. Tá ið Guds orð verður lisið, granskað og hoyrt, veksur trúgv okkara og vit verða vegleidd, reinsað, grødd, signað o.s.fr. Framgongd kemur einans ígjøgnum eitt lív, har Orðið og Andin fáa rúm í lívi hins kristna.

 

Tað eigur at vera natúrligt hjá tí kristna at hava eldhuga fyri Guds orði. Tað er ikki nóg mikið at lesa Bíbliuna av og á; nei, Bíblian skal lesast hvønn dag og hon skal granskast regluliga. Neyðugt er at grunda á Orðið. Hetta merkir, at ein steðgar á og gevur sær góða tíð at hugsa djúpt um eitt ávíst vers ella skriftbrot.

 

At læra seg vers uttanat er ein stór signing og ein góð barlast at hava hjá tí kristna. Tá ið ein dugir vers uttanat, er ein væl fyrireikaður at møta lívsins avbjóðingum. Um ein t.d. er í umstøðum, ið føra stúran við sær, er tað ein stórur fyrimunur at kenna t.d. Filippibrævið 4,6: »Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja…« Hetta er Guds orð til tann, sum stúrir.

 

Les Bíbliuna hvønn dag, granska hana regluliga og grunda á tað, sum tú lesur. Lær teg eisini fleiri vers uttanat. Tá ið tú gert hetta, fert tú at kenna andaliga framgongd, og Harrin skal vera við tær í øllum, sum tú fæst við. Gud lovaði Josva framgongd, um hann grundaði á lógbókina(Guds orð) og aktaði eftir henni (Jos. 1,8). Sama lyfti er galdandi fyri teg, um tú velur at lesa og granska Guds orð. Les Bíbliuna! Lat ikki Djevulin halda Bíbliuna burtur frá tær! Djevulin ræðist ikki eina Bíbliu við dusti, men hann ræðist øll tey, sum hava sett sær fyri at lesa Bíbliuna dagliga og akta eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað.

Sí fleiri greinar