Í komandi ári fer Keldan at geva út ein kalendara við einum bíbliuversi fyri hvønn dag.
Versini sleppa fólk í samkomuni at velja. Eisini hevði verið stuttligt, um vaksin settu seg niður við børnunum, og tey eisini valdu sítt yndisvers.
Mannagongdin er tann, at hvør persónur velur sær eitt vers og skrivar tað inn. Tey, ið vilja, kunnu koma við einari stuttari fráfreiðing upp á, hví júst valda vers er so sigandi.
Sama vers kann ganga aftur gjøgnum kalendaran tríggjar ferðir. Um fleiri enn trý velja sama vers, sleppa tey fyrstu trý ígjøgnum, meðan tey næstu verða biðin um at velja nýtt vers.
So er bert eftir at trýsta á leinkjuna niðanfyri og fylla teigarnar út - fylt verður út eina ferð fyri hvønn persón :)
Kom í gongd við at trýsta HER.