Samkomufundur verður eftir møtið 13. novembur kl. 14. Tí verður suppa at fáa til keyps fyri 20 kr. aftan á møtið.
Á samkomufundinum verður tosað um páskastevnuna, kunnað um útlendska vitjan og ymiskt annað í sambandi við samkomuarbeiði, bygging og frískúla. Hesin samkomufundur er fyri øll, ið hoyra til Kelduna. Tú, sum hevur Kelduna sum títt andaliga heim, ert vælkomin.
Tey, ið ynskja at keypa suppu, skulu siga frá hjá Margit Høj. Ring ella skriva á tlf. 284322 ella skriva boð til hana á FB.