Við monnunum á odda
Sonja I. Jacobsen, 01.11.2016

“O veldis Gud, eg undrandi má skoða” rungaði sum aldrin fyrr í Kelduni sunnumorgunin. Lógvabrestirnir fingu ongan enda. 50 mans frá mansleguni, sum hevði verið í vikuskiftinum frá 28.-30. okt í Kelduni, sungu í kór á pallinum inniligan kórsang til Harran.

 

Á møtinum sunnumorgunin vóru tað menn, sum høvdu verið á mansleguni, sum luttóku við sangi/kóri, skemti, vitnisburð og orði.

 

Øyvind Bjerkenes var tann fyrsti at deila eitt orð. Hann nevndi, at tað er sera umráðandi at fyrireika seg. Hann tók eina mynd, um at á mansleguni høvdu teir eitt spæl við bólti. Øyvind fann út av, at hann orkaði ikki nógv í hesum spæli, tað var sera strævið. Menn koyrdu á, og nógvir vóru sera væl fyri fysiskt, so Øyvind stillaði seg bara aftur at verja og slappa av. Um Øyvind hevði fyrireikað seg fysiskt og dugað at lisið spælið av, so hevði gingið betur. Her tók Øyvind dømi úr Jer: 12, 5. Vit mugu verða andaliga sterk og klár og fyrireika okkum í hesum døgum. Um vit skulu verða partur av innheystingini, so skulu vit dagliga fyrireika okkum. Tað eru góðar tíðir í dag, sum kann gera, at vit ikki fyrireika okkum nóg væl andaliga. Verið vakin og sterk og fylt av Guds orði.  

 

Síðani kom Rúni Rasmussen, sum tosaði um at koma úr “loyniholunum” út frá Dómarabókini, 5: 31 og 6:1. Teir høvdu havt frið í 40 ár, men syndin kom inn, og tey fóru í loyniholurnar at goyma seg. Her tók Rúni og vendi tað til nútíðina og segði, at Gud ynskir ikki, at vit skulu goyma okkum í okkara egnu skaptu loyniholum. Nei, Hann ynskir, at vit skulu út at ávirka samfelagið við kraftini í Evangeliinum. Tann kristni boðskapurin er almennur. Aps: 4:18: So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar 19: Men Pætur og Jóhannes svaraðu teimum: "Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud! 20 Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt. Her svara Jóhannes og Pætur, at teir kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum teir hava sæð og hoyrt. Tað var av ídni, at teir fóru út í samfelagið, teir høvdu eld og dirvi og vildu ávirka.

 

Lat okkum hava dirvi sum Guds fólk og koma úr loyniholunum, nú tá fleiri røddir eru frammi um, at tað kristna ikki skal hava rúm í tí almenna. Vit skulu proklamera Guds frelsu alment, Jesus Kristus er tann størsti, sum hevur livað. Tann kristna trúgvin er persónlig men ikki privat, hon er almenn! Vit eru limir í Guds ríki og eru sigrandi. Komið úr loyniholunum, verið almenn, djørv og opin um okkara kristnu trúgv!     

 

Til seinast kom Pauli Høj og hevði eitt orð. Hann tosað eisini um, at trúgvin er almenn. Hon er full av lívi, tað einasta sum kann broyta umstøður og menninskju, er Jesus kristus, tí mugu vit ikki skammast. 2. Kor 4:3 Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt. Tí er trúgvin almenn. Okkara lív og trúgv má koma út til tey menniskju, sum ikki hoyra, skilja ella fata. 2. Kor.4:4 har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum. Vit mugu boða orðið, og Heilagi Andin staðfestir tað.      

 

Pauli kom eisini inn á 1. Kor: 1:18: Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds:  Hvørjum bólki vilja vit vera í? Tey, sum fortapast, ella tey, sum uppliva Guds kraft? Tú kanst her í morgun koma at uppliva Guds kraft. Kristus doyði á krossinum. Hesi kraftini kunnu vit liva í hvønn dag.

 

Møti endaði við breyðbróting.

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar