”Sum barn bleiv eg eitt annað menniskja í desember mánaði. Tað hendi, tá ið BR-blaðið kom. Har var nógv spennandi at síggja, sum eg veruliga tráaði eftir,” segði Ingibjørn Royðutoft á møtinum sunnudagin 9. oktober.
Ingibjørn talaði um tað at tráa eftir andaligu gávunum.
”Í blaðnum var ein síða, har børn kundu skriva, hvat tey ynsktu sær, og eg hevði eina rúgvu av ynskjum. Tað, sum eg ynskti mest, skrivaði eg ovast, og tað næstbesta stóð á øðrum plássi. Og ofta gav tað úrslit – eg fekk okkurt av tí, sum eg ynskti mær, men eg fekk ikki alt.”
”Eg plágaði foreldrini við hesum, sum eg tráaði eftir,” segði Ingibjørn.
Guds ynskilisti
Ingibjørn samanbar hetta við tað, sum Bíblian sigur um andaligu gávurnar.
”Gud vísir okkum gávurnar og ynskir, at vit skulu siga honum, hvat vit tráa eftir,” segði hann. Samanborið við tráanina hjá einum barni eftir gávum, er her ikki talan um egoistisk ynski, men um gávur at tæna við.
”Hvussu nógv tráa vit eftir hesum gávunum?” spurdi Ingibjørn.
Kobla til
Ingbørn byrjaði taluna við at vísa eina mynd á stórskíggjanum av einum gomlum sjónvarpi, sum ikki var sett til antennuna. Har var eingin mynd at síggja í sjónvarpinum. Á myndini stóð teksturin: ”Um tú heldur, at kristindómurin er keðiligur – so er sjónvarpið eisini keðiligt, um stikkið ikki er sett í.”
”Flatskermar kunnu vera flottir, men teir eru nyttuleysir, um teir ikki verða settir til,” segði Ingibjørn. Hann vísti á 2. Tim.br. 1,6: ”Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.”
”Náðigávurnar skulu kveikjast. - Tær skulu fáast at virka aftur,” segði Ingibjørn. Hann vísti á, at tá Gud hevur givið okkum eina náðigávu, so vil hann, at vit skulu halda á at brúka hana.
Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki. Róm. 11, 29.
Vakna úr svøvni
Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv. Róm. 13,11.
Tað er tíð at vakna!
”Eg havi einaferð verið undir fullari narkosu, og meðan eg var vekk, kundu tey skera í meg, uttan at eg merkti nakað,” segði Ingibjørn. Hann samanbar hetta við líkasælu orsakað av andaligum svøvni.
”Eg havi sjálvur onkra náðigávu, sum eg eri mintur á at brúka meira í tænastuni,” segði hann.
”Vit skulu tráa eftir náðigávunum, og tráan er nakað aktivt. Tað er ikki bara eitt ynski um, at tað hevði ikki verið so galið at..., nei vit skulu á barnastøðið,” segði Ingibjørn og vísti á versið í Matt. 18,3 sum sigur: ”Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.”
Startkáplar
Ein onnur mynd, sum Ingibjørn brúkti, var startkáplar. Hann vísti eitt sett av startkáplum og segði, at tá akkumulatorin er tómur, kunnu vit festa káplarnar á hann, men tað nyttar ikki, um ikki ein fullur akkumulator er festur í hin endan.
”Kobla til Gud! Tað kveikir náðigávurnar. - Trái eftir gávunum,” segði hann.
Annað sum hendi á møtinum
Ólavur Jacobsen leiddi møtið, og Kristina N. Hansen leiddi lovsangin. Bjarta Petersen greiddi eisini frá OM og Logos Hope. Hon segði, at tørvur er á pengum til olju, nú skipið skal á ferð tvørtur um Atlantshavið. Innsavnan var til tað arbeiðið.
Møtið sæst á Netvarpinum HER
Skrivað hevur Helgi Abrahamsen