Leygarkvøldið 15. okt. kl. 19.30
Norski sangarin Åge Samuelsen er væl kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu evangelisku sangir. Hann var føddur í 1915 og vaks upp í Norska býnum Skien. Vaks upp undir trongum korum. Bar upp á sjúku sum barn og kom ikki at ganga, fyrrenn hann var 5 – 6 ára gamal.
Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein guitar frá mammuni, og guitarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur. Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt gjøgnumbrot í lívinum. Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari.
Åge Samuelsen skrivaði sangir í hópatali, sang og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.
Åge Samuelsen doyði í 1987, bert 71 ára gamal. Í fjør vóru 100 ár liðin síðani hann varð borin í heim, og ein stór minniskonsert varð fyriskipað í stóra salinum í IBSEN-húsinum í Skien, har ikki færri enn 10 tónleikarar framførdu hansara sangir.
KELDAN Í SKÁLABOTNI
Hóast Åge er farin av foldum, so livir hann enn í sanginum. Leygarkvøldið 15. oktober kl. 19.30 verður eitt Åge Samuelsen´s treff í Kelduni í Skálabotni.
Tað er sangarin og konsertfyriskiparin Eyðun Jacobsen, sum skipar fyri. Ikki færri enn 9 føroyskir sangarar og bólkar eru bodnir at luttaka. Hesir koma allir at hava hvør sítt innslag við sangum hjá Åge Samuelsen. Eitt húsaorkestur verur á pallinum, sum kemur at spæla til teir ymisku sangirnar. Á pallinum verða sostatt umleið 20 fólk. Eyðun sigur, at tað verður eisini felagssangur, so áhoyrararnir sleppa at uppliva Åge við síni egnu sangrødd.
Tey, sum luttaka hetta kvøldið, eru: Heine Lützen, Oddbjørg Poulsen, Bill Justinussen, Bárður á Lakjuni, Mirjam Carlsen, Terje Vestergaard, Eyðun Jacobsen, Oasubrøðurnir og Glæma.
Tað verða bert sangir hjá Åge, sum verða at hoyra hetta leygarkvøldið, og teir vera allir á føroyskum, tí nógvir av sangunum hjá Åge eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í Føroyum í mong ár og eru kendir og høgt elskaðir í føroyska samkomu- og kirkjuhøpinum. Her kann verða nevnt, at Jóhan við Neyst í Klaksvík hevur týtt fleiri av hansara sangum.
Tann, sum ynskir at uppliva glaðu og klassisku sangirnar hjá Åge Samuelsen, skal møta upp í Kelduni í Skálabotni leygarkvøldið 15. oktober kl.19.30.
Tað er ókeypis atgtongd, tó verður møguleiki at lata eina gávu til útreiðslur í sambandi við tiltakið. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.