Í kvøld kl. 19.30 verður stuðulskonsert í Kelduni.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til nýggja dreingjaheimið í Kenya. Á konsertini verða framførslur frá T.O.S, Jórun Pálsdóttir og Sirikit Jacobsen.
Eisini koma Leif og Susanne Madsen frá NLAI í Nakuru, Kenya at greiða frá arbeiði teirra har. Møguleiki verður eisini at keypa lutir, ið eru virkaðir til í Kenya. Hesari sølu kemur stuðulsfelagskapurin Næstin at skipa fyri.
Eftir konsertina fæst kaffi og annað í kafeteriuni.