Visión, hvat er tað?
Sonja I. Jacobsen, 15.08.2016

14. august

Talari: Pauli Høj

 

Hebr. 11.1
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
 

Nakað, sum vit við hvørt síggja, men sum ikki er har.

Visión er mynd av onkrum, sum tú sær, men ikki er har enn.

Tað kann blíva veruleiki longri frammi á leiðini.

Og just hatta er tað, vit nema við, tá vit tosa um visión.

Visiónin ger nakað fyri tey, sum hava hana.

At fara í tann bussin, sum fer móti tí máli, ein hevur sett sær.

Ikki fara í ein buss uttan mál og mið.

 

Willian Wilberforce fekk møti við Jesus og fekk neyð fyri trælum. Arbeiddi málrættaður fyri at avtaka trælahald við lógarbroyting í enska parlamentinum.

Tá hann byrjaði, var bert ein annar trúgvandi í parlamentinum, men har vóru 100, tá hann gavst.

Martin Luther King droymdi um líkarætt. Hann hevði eina visión.

 

Oral Roberts var amarerikanari, sum virkaði nógv í anda og kraft. Nógv menniskju blivu møtt.

Hann hevði neyð fyri einum universiteti, har undirvísararnir vóru fyltir við Guðs anda og kraft.

Í dag er Oral Roberts University fylt við trúgvandi, sum fáa altjóða góðkenda útbúgving.

 

Tú kanst hava visión. Tað nýtist ikki at vera háfloygt. Tú kanst vera tann fyrsti í tínari familju, ið brýtur ein ringan vana, áðrenn hesin brýtur niður teg.

Tú kanst hava visión um at koma at duga við nýggjari tøkni. Teldur, Ipad o.a.

 

Kaleb segði : Eg vil inntaka hetta landið.

 

Ein visión kann byggja á luftkastellir.

Luftkastellir byggir á luft, bert fantasi. Gott at droyma stórt. Men dreymar í leysa luft broyta onki.

 

Tú mást seta ein grundvøll undir visiónina. Seta tær fyri at handla uppá visiónina. Byrja at handla samsvarandi málinum, dreyminum.

Tá byrja ting at staðfesta seg.

Skal tín visión eydnast, so má tað verða til signing fyri onnur. Ikki sjálvsøkin.

 

Harrin segði við Abraham. “Eg skal gera teg til stóra tjóð.”

 

Jákupsbrævið 1:17
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
 

Alt, sum hevur virði, er Gudgivið og hevur týdning.

Neyð fyri hesum landi? Ótólin?

So les Habakukk.

 

Habakukk 2:

Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái uppá klagu mína.
Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina - skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
Hástór og óærlig er sál hansara í honum - men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.
 

Kanska eru fleiri ting, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, áðrenn tað hendir.

Tað hevur týdning, at ein ikki heldur seg fyri seg sjálvan. So fleiri ávirka ymisk øki av visiónini.

Taka vit eina mynd, so síggja vit fleiri lutir, um vit zooma út. Vit síggja soleiðis heildina.

 

Jósef bleiv koyrdur í fongsul, tó at hann var ósekur. Tá er skjótt at missa visiónina.

Jósef fekk gott orð á seg og ávirkaði, har hann var í fongslinum.

Jósef tænti, har hann var, og skeinkjarin mintist hann seinni, og Jósef slapp at tæna kongi og varð settur hægst í landinum og kundi útinna visiónina.

 

Nýggjur kapittul byggir á tað, Guð longu hevur givið okkum.

 

Vit hava 25-30 tænastur, sum eru í gongd, bara fyri at fáa møtið skal virka.

Jónhard fortaldi, at møtivertar í Singapore vóru sera nærlangir og funnu enntá taxabilar til møtiluttakarnar at fara í, tá møti var liðugt.

Vit í Føroyum hava ofta nóg mikið í okkum sjálvum og okkara egna.

 

Vit hoyra róp. Summi rópa hart. Vit hoyra í fjølmiðlunum nógv róp.

Hvørji róp hoyrir tú?

Ver ikki mótfallin. Sig ikki: “Á nei, vit tapa.” Nei, Kristus tapur ongantíð.

 

Dómarabókin, kapittul 7, vers 15 og 18.
Táið Gideon hoyrdi henda dreym verða frásagdan, og hvussu hann varð týddur, tilbað hann. Síðani fór hann aftur, hagar sum Ísrael hevði tikið støðu, og segði: "Á føtur! HARRIN hevur givið Midjanitaherin í hond tykkara!"
táið eg blási í hornið, eg og allir teir, ið við mær eru, skulu eisini tit blása í hornini rundan um alt tilhaldið og rópa: "Fyri HARRAN og fyri Gideon!""
 

Vit kunnu øll vera við til at rópa út, tá vit standa í tænastu. Líkamikið hvør tænastan er í samkomuni.

 

Títt yvirgevilsi er eitt róp út í andans verð. Tað ger onki, at vit irritera satan.

 

Mín bøn er, at vit av nýggjum yvirgeva okkum til tað kall og tænastu, vit eru kallaði til.

 

Møtið sæst á Netvarpinum við at trýsta HER

 

Myndir síggjast við at trýsta HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar