Alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum
Sonja I. Jacobsen, 04.08.2016

”Vit møta øll trupulleikum, og tað er hvørki tekin um andaligheit ella mangul av andaligheit. Vit ávirkast av heiminum, sum vit liva í, men spurningurin er, hvussu vit takla trupulleikarnar.” Tað segði Poli Jacobsen, sum talaði á møtinum í Kelduni, sunnudagin 31. juli.

 

Poli er ein talari, sum altíð virkar sikkur og væl fyrireikaður, tá hann stendur á einum palli, og soleiðis var eisini sunnudagin. Í myrkum klædningsjakka og svartari skjúrtu stóð hann við  mikrofonini í høgru hond, meðan vinstra hond hevði ringt við at finna útav, um hon skuldi vera í lummanum ella úr lummanum.

 

””Í heiminum hava tit trongd... Í mær hava tit frið” - legg merki til kontrastin,” segi Poli og vísti til Johs. 16, 33.

 

Hann vísti eisini til 1. Johs. br. 5, 4 – 5:

Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.

Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!

 

”Legg merki til, at alt, sum føtt er av Gudi, hevur sigrað á heiminum,” segði Poli. Hann segði, at tað er ein slags móti at tosa um okkara veikleikar, men hetta er skaðiligt fyri okkara andaliga lív,

 

”Alt snýr seg um trúgv, og vit eiga ikki at liva í ósigri og vantrúgv,” segði hann.

 

Ein annar hevði vunnið frammanundan

Poli segði frá eini søgu um ein trúboðara, sum kom framá eina slangu. Høvdið á slanguni lá undir einum fløtum steini og fyri at fáa lívið av henni, tveitti trúboðarin ein stein niðurá tann flata steinin. Seinni fann hann útav, at slangan var longu deyð frammanundan. Ein annar hevði dripið hana við tí flata steininum.

 

”Soleiðis stríðast vit eisini við trupulleikar, sum ein annar hevur vunnið á,” segði hann.

 

Dávid og Goliat

Søgan um Dávid og Goliat í 1. Sámuelsbók 17, er ein góð fyrimynd fyri okkara andaliga bardaga.

 

”Goliat bjóðaði av í 40 dagar uttan at fáa mótstøðu. Hann breyt niður alt mót og alla trúgv hjá ísraelsmonnum,” segði Poli. 

 

”Vit møta eisini avbjóðingum, har trúgv og mót hvørva, og vit blíva passiv, tí vit trúgva ikki, at vit kunnu gera nakað,” segði hann.

 

Dávid hoyrdi somu spottandi orðini frá Goliat, sum allir hinir hoyrdu, men munurin var, at hann ræddist ikki.

 

”Dávid fann lykilin til sigurin. Lykilin var at vinna á Goliat, tí við at vinna á honum, vann hann alt hitt eisini,” segði Poli.

 

Poli vísti fýra punkt, sum skulu til, fyri at vinna sigur á trupulleikunum:

 

1: Tú mást vera sannførdur um upprunan til trupulleikan (at hann kemur ikki frá Gudi).

 

2: Tú mást vera sannførdur um, at sigurin er í Harranum.

 

3: Tú mást vera fyrireikaður til at møta einum trupulleika (líka sum Dávid var til reiðar at møta Goliat).

 

”Hann bjóðaði seg fram, valdi teir røttu steinarnar at leggja í sleingibandið o.s.fr. Sigurin var Harrans, men Dávid hevði eisini nøkur vápn,” segði Poli og minti á, at tað stendur, at Dávid rann fram ímóti Goliat – hann helt seg ikki aftur.

 

Steinarnir til sleingibandið helt hann kundu vera mynd av Guds orði og onnur vápn, sum vit kunnu fyrireika okkum við og eiga sigurin í.

 

4: Tú mást eisini aktivera sigurin, sum Jesus hevur vunnið.

 

Dávid segði ikki bara, at vit bíða eftir at Harrin skal gera nakað.

 

”Vit hava ov lætt við at siga, at vit bíða, og so blíva vit passiv,” segði Poli.

 

”Jesus frelsti øll menniskju, men øll eru ikki frelst, tí tey hava ikki aktiverað frelsuna,” segði hann. Hann vísti eisini til missiónsboðini, har Jesus segði ”farið út”, og Ísraelsfólk høvdu eisini fingið Kána'ans land, men tey máttu inn fyri at inntaka landið.

 

”Soleiðis mugu vit eisini aktivera sigurin, sum Jesus longu hevur vunnið fyri okkum,” segði Poli.

 

Aftaná taluna varð bjóðað fram.

 

Ólavur Jacobsen leiddi møtið, og Oda á Fríufløtum leiddi lovsangin.

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar