Tryggleikin í at hava sett mítt álit á Jesus Kristus, Guðs son.
Sonja I. Jacobsen, 03.08.2016

Á lívsleið okkara her á fold, kunnu vit møta  ymiskum avbjóðingum, minni og størri. Vit leggja planir og hava jaligar væntanir fyri okkara lív. Men tíverri kemur mangan okkurt inn á lívsleið okkara, sum ger, at planir og væntanir ikki blíva veruleiki. Vit missa kanska fótafestið og tungt kann vera at reisa seg aftur.

 

Haldi at myndin niðanfyri lýsir væl munin ímillum,  hvussu vit ímynda og ynskja at okkara lív verður og so tað veruliga lívið, sum mangan møtir okkum. Lívið er ikki altíð so einfalt, sum vit vildu ynskt tað var. Tað kunnu koma  “fjøll”, “dalar”, “stormur og regn” o.s.fr. á lívsleið okkara.      

 

 

 

 

                                     

 


Men skulu vit uppum eitt fjall, ja so er at ganga, grulva, klintra ella hvat so skal til fyri at koma uppum. Skalt tú ígjøgnum ein dal, so halt áfram, til tú ert komin úr dalinum aftur. Er tað stormur og regn, ja so vita vit, at fyrr ella seinni slítur í, og sólin skínur aftur. Gev ikki upp. Einfalt? Nei so avgjørt ikki.

 

Havi sjálv staðið frammanfyri “fjøllum”, “dølum”, “stormun og regni”, sum vildu køva meg. Mítt lív hevur verið og er farvað við alskins litum, og summar tíðir/dagar/løtur eru litirnir heldur dimmir og dominerandi og vilja køva.

 

Men hvat gera ella velja vit, tá avbjóðingarnar eru við at kvala okkum, og byrðan er tung at bera? Hvar søkja vit hjálp og troyst frá? Fyri meg hevur mín trúgv á Jesus og mítt álit á Hann, verið mín styrki, troyst og vón. Hann hevur hildið mær uppi og hjálpt mær á føtur aftur. Tann vissan og tryggleikin at vita, at Jesus stendur við sítt orð og síni lyftir, hevur alt at siga fyri meg.

 

Tað er ein tryggleiki fyri meg at vita, at óansæð hvat møtir mær á lívsleiðini, so hevur Jesus lovað at vera við mær og á ongum sinni fara frá mær (Hebr. 13, 5-6). Hann er mín styrki og vón, og tað kann Hann eisini blíva fyri teg.

 

Hjá einum, sum ikki kennir Jesus sum sín frelsara og ikki kennir Hansara kærleika og trúfesti, kann hetta vera ringt at skilja. Og hjá mær at greiða frá, hvussu eg havi merkt og merki Jesu umsorgan og kærleika, er ringt at forklára, tí Jesus má erfarast. Hann er veruleiki. Tá eg hyggi eftir mínum lívi, so síggi eg, hvussu trúfastur Hann hevur verið, framvegis er, og eg veit, at Hann fer at verða.

 

Lat ikki “fjøllini” ella avbjóðingarnar køva teg. Um følir at lívið er tungt, og tað er trupult at hyggja frameftir, og tú kanska følir teg skralltóman í tíni sál, so vil eg viðmæla tær at biða Jesus hjálpa tær. Bjóða Jesus inn í títt hjarta. Bið hann hjálpa, styrkja og vegleiða teg gjøgnum avbjóðingarnar.

 

At enda vil eg vísa tær á nøkur skriftstøð, sum hava verið mær til stóra hjálp:

 

Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg (Sálm. 139,5)

 

Eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan (Fil.4,13)

 

Sum dagur tín er, skal styrki tín vera (5. Mós. 33,25)

 

Óttast ikki, tí at Eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at Eg eri tín Guð, Eg styrki teg við høgru hond rættlætis Míns, Eg hjálpi tær og styðji teg (Jes. 41,10)

 

Les eisini:

Sálm. 34, 7-8 og 55,23

Fil. 4, 6-7.

Jes. 40, 29-31.

 

 

Takk Jesus.

 

Skrivað hevur Arnleyg Petersen

Sí fleiri greinar