Messianskur jødi á vitjan
Jonna Heinesen, 21.07.2016

Tey seinastu árini hava mong ung úr ymiskum samkomum úr Føroyum verið á toymisferð í Ísrael. Tá føroysk toymi hava verið í Ísrael, hevur tað verið somu fólk, ið tey hava vitja í Ísrael, og hava samskipað vitjanina og arbeiði sum føroysk toymi hava gjørt. Ronit hevur verið leiðari øll hesi árini og í hesum døgum er í hon í Føroyum og vitjar.

 

Á møtinum sunnumorgunin var Ísrael nógv í fokus. Áðrenn Ronit, ið er Messianskur jødi, kom at deila um Ísrael og missiónsarbeiði, ið hon ger har, hevði Erland Tvørfoss eina innleiðing um Ísrael. Erland er lærari í søgu, og hann kom inn á søguna um Ísrael, tað bíbilska grundarlagi, stovnanina av Ísrael, landamørk, týdningin av Jerusalem, Palestina, tað globala politiska stríði og mong onnur ting um Ísrael.

 

Ronit er ein Messianskur Jødi. Hon greiddi frá arbeiðinum, sum hon ger í Tel Aviv í Ísrael. Hon greiddi frá sínum lívið, og at hon hevur givið Jesusi alt sítt lív og hevur valt at geva sítt lív í tí tænastu, Hann hevur sett hana í. Hon er ein trúboðari og tosar við menniskju allastaðni har hon er. Hon brúkar nógva tíð at tosa við heimleys, narkomisbrúkarar, skøkjur og onnur. Hon hevur verið við til at stovna eitt viðgerðarheim og her nevndi hon vitnisburðar um ymiskar persónar, har Jesus hevði broytt teirra lív.

 

Møtið kann síggjast HER

 

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar