Navn:
Birita Ingolfsdóttir Nybo
Aldur:
30
Hjúnafelagi og børn:
Eg eri gift við Levi T. Nybo, og saman eiga vit trý børn, og tað fjórða er á veg.
Tróndur 5 ár, Sólfríð Tabita 4 ár og Harriet Tamara 2 ár.
Hvar býrt tú?
Vit búgva á Strondum. Í august verða tað fýra ár, síðani vit fluttu hartil.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Norðragøtu.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Eg eri sera takksom fyri míni barnaár.
Eg eri uppvaksin í einum góðum, tryggum, kærleiksfullum og trúgvandi heimi og havi havt tann framíhjárætt at vera í einum systkinaflokki upp á sjey. Tað var ofta rokaligt, stuttligt og læruríkt, alt í senn.
Mamma var heimagangandi, so eg vaks upp við allari bygdini sum spælipláss. Tað eri eg sera glað fyri.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði sum námsfrøðingur á Sellanum á Skála.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Tí mær dámar sera væl at arbeiða við børnum og fólki sum heild.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eri saman við familjuni, vinum, í Kelduni og gangi í bindiklubb.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Fái sera ofta at vita, at eg eri ein róligur persónur.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg eri uppvaksin í Kelduni, og tí var tað natúrligt, at hon gjørdist mín samkoma.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
At tað altíð er heimligt at koma her, samanhaldið og einleikin, at merkja Guds nærveru, og at tað er ein livandi samkoma við visiónum og dreymum.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri húsbólkaleiðari, í sunnudagsskúlatænastuni, vaskitænastuni og kaffitænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon skal halda áfram at vaksa og fyllast, og at fólk skulu verða frelst í hópatali.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Geri mítt arbeiði fyri Harran, har hann vil hava meg at vera.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Versini í Jer. 29. 11-13 hava ígjøgnum tey síðstu mongu árini havt sera nógv at týða fyri meg.
’Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur Harrin – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum.
Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg – tá ið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.’