Lít á Harran
Sonja I. Jacobsen, 13.07.2016

Áriđ 2015 byrjađi viđ eini stórari gleđi, kona mín og eg blivu foreldur fyri fyrstu ferđ, og kenslan at verđa pápi at einum so deiligum dreingi var ikki til at forklára.


Men tíverri kom ein keđilig vend í. Eg misti starvið tíđliga í árinum, og vit byrjađu at stríđast við at fáa endarnar at røkka saman. Hetta tyngdi okkum nógv, og tađ var veruliga stræviđ at liva soleiđis, tá iđ man bara hugsađi um allar forđingarnar, iđ lógu fyri framman.

 

Eg fann einki fast starv, og tađ bleiv bara strævnari og strævnari at bera uppá hetta. Sum so mangan, so roynir man alt tađ, man er mentur, at klára alt sjálvur og bíđar heilt til síđstu løtu at biđja Harran um hjálp. Til endans var einki annađ at gera enn at leggja alt í Harrans hendur, viđ trúgv uppá at Hann skuldi loysa hendan trupulleikan fyri okkum.

 

Vit bóđu og bóđu, men vit dugdu ikki at síggja tađ, sum Harrin gjørdi fyri okkum. Eg hevđi enn ikki funniđ nakađ fast starv nakrastađni, men bara nakrar vikur av arbeiđi ymsa stađni. Vit hildu áfram at biđja, og vit fingu fleiri bíbliuvers, sum eg bleiv uppmuntrađur við og sum fekk meg til at halda fram viđ bønini.


Róm. 12:12
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!


Jósva 1:9
"Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera."


Jer. 17:7
Signaður er tann maður, ið lítur á HARRAN, og sum hevur HARRAN til álit sítt.


Orðt. 3:26
Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni.


Tađ var ikki fyrrenn eitt ár seinni, at vit dugdu at síggja, hvussu Harrin hevđi svarađ bønum okkara allan vegin í tíđ og ótíđ. Harrin svarar bønum uppá fleiri mátar, tí at tá iđ eg hyggi aftur á áriđ 2015, so havi eg starvast á átta arbeiđsplássum. So, tá iđ eg bađ um eitt arbeiđi, so fekk eg kortini átta.

 

Fyri at gera alt uppaftur betri, so fekk eg bjóđað eitt fast starv akkurát eitt ár aftaná, eg hevđi mist tađ starviđ, sum alt byrjađi viđ. Eg eri sannførdur um, at tađ var Harrin, iđ leiddi meg ígjøgnum hesa hørđu tíđ. Tí vil eg prísa og æra Hansara heilaga navni fyri alt tađ, sum Hann hevur gjørt fyri meg.


Harrin er trúfastur, svikaleysur, rættvísur og sannorđađur. Harrin er mín loysnari og forsyrgjari. Harrin er kletturin, sum eg velji at byggja mítt lív á, tí at tađ er tađ besta, ein kann gera.

 

Eg ynski at hetta, ið eg havi skrivað, kann verða ein uppmuntran til tín, sum lesur hetta og møguliga hevur kent teg í eini slíkari støðu. Tú skalt vita, at Harrin elskar teg. Harrin ger stórverk hvønn dag, og eingin trupulleiki er ov stórur fyri okkara almáttuga Guð.


Lít bert á Harran.


Skrivað hevur Ólavur Abrahamsen

Sí fleiri greinar