Gera okkurt gott ið gagnar mongum í summarferiuni - so er møguleiki til tað her inni í Frískúlanum í Kelduni.
Á hurðini inn í hvørja skúlastovu, hongur ein listi, ið vísir hvat skal gerast. Hevur tú eina løtu ella onkran dag - so ber til at koma og gera okkurt. Ein slíkur listi hongur eisini í gongini í skúlabygninginum. Tá tú hevur gjørt eina uppgávu, so steur tú eitt X á listan, soleiðis at alt verður gjørt.
Tað, ið er eftir, verður gjørt mikudagin 3. august, og verður hetta gjørt til ein samkomu arbeiðsdag. Meir um hetta seinni.