Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni við forskúla og frítíðarstovu
Sonja I. Jacobsen, 23.05.2016

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2016/2017.

  • 2 lærarar í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.
  • 1 lærari fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 28. september
    Skúlanum tørvar lærarar, ið hava hesar linjugreinar: Føroyskt, rokning og danskt, tónleik og ítr./sv. Serlærara til førleikastovuna.
  • Eitt starv sum hjálparfólk til frítíðarstovuna, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi frá 12. september


Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving ella royndir
  • Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum


Um frískúlan:
Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Forskúli, skúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2016/2017 verða umleið 110 børn frá forskúlaaldri til og við 7. flokk.

 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

 

Setanarviðurskifti:
Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

 

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 6. juni kl. 12.00. Meira fæst at vita við at venda sær til Jastrid Høj á tlf 232510.

 

Umsóknir skulu sendast til:
Frískúlan í Kelduni, Skálafjarðarvegur 26, 485 Skálafirði. Til ber eisini at senda umsóknina umvegis teldupost: jastrid@keldan.fo

Sí fleiri greinar