Heimskendi lovsangsbólkurin Planetshakers kemur til landið í kvøld og fyrireikingar til konsertina í annaðkvøld eru í hásæti.
Fyrireikarnir siga, at yvir 600 atgongumerki eru seld í forsølu og at møguligt verður eisini at keypa við dyrnar.
Atgongumerki kunnu avheintast ella kepyast í Kelduni frá kl. 18. Eisini verður matstovan opin frá kl.18 - 20. Har verður grillmatur, kaffi o.a. at fáa.
Planetshakers, sum í løtuni eru á konsertferð um okkkara leiðir, eru upprunaliga úr Australia, men hava seinnu árini verið sera virkin á altjóða pallinum. Síðani 1997 hava tey givið út meiri enn 20 altjóða fløgur og vunnið fleiri virðislønir.
Bólkurin kemur beinleiðis úr Sveis og fer til Hollands at hava konsert hósdagin.