Kunning til samkomuleguna
Sonja I. Jacobsen, 10.05.2016

Nú stundar til samkomuleguna, sum verður um vikuskiftið. Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18.00. Vit finna okkum til rættis og fáa døgurða.

Kl.19.30 verður bíbliutími, og kl. 21.00 fara vit inn í stóra sal, har ”hosukvøldið” bíðar okkum. Aftaná spæl, stuttleika og lovsang í stóra sali, fáa vit kaffi og okkurt gott afturvið. Restina av skránni síggja tit á leguni :)

 

Vit fara at hava tveir 4. pers. pottar tøkar leygardagin, sum man kann tekna upp til. Um tit ynskja tað, mugu tit hava svimjiklæði við.

 

At taka við:

  • Bíbliu, notatbók
  • Hosur/inniskógvar - vit ganga ikki inni í útiskóm
  • Útiklæði
  • Rulliskoytur
  • Svimjiklæði – svimjidrakt ella svimjishorts

Tey, ið sova á ovastu hædd:

  • Dýnu/soviposa, seingjarklæði, kodda
  • Handklæði, sjampo

Tey, ið sova í skúlastovu/felagsrúmi:

  • Undirlag/madrassu
  • Dýnu/soviposa, seingjarklæði, kodda
  • Handklæði, sjampo

Leggið til merkis:

  • Vit heita á øll foreldur um at gera børnunum greitt, at lyftan er ikki ein leika. Hon skal bert brúkast, um tað er neyðugt – trappan er eisini góð :)
  • Øll foreldur hava til allar tíðir ábyrgd av egnum børnum. Vaktir eru ikki settar á ymisku økini, heldur ikki til hoppiborgir. Ikki náttarvaktir heldur. Hetta fyri ikki at leggja alt og nógvar fastar uppgávur á leguluttakararnar.

  • Øll eru sett til at gera minst 1 uppgávu á leguni. Vit heita á tykkum um at hyggja at listanum og fylgja væl við, nær tit eiga tørn. Soleiðis at tykkara uppgáva ikki kemur at hanga á øðrum persóni. Um ikki liggur fyri ásetta tíð, kunnu tit býta um innanhýsis.
  • Vesini á ovastu hædd eru til øll sovandi at nýta. Tey, ið sova í felagshøli, skulu hava atgongd til brúsuna.
  • Vit eru til eina stóra samkomulegu, og vit fara óivað at hava nógvar góðar og minniligar løtur, ið verða fangaðar við kameranum á smart-telefonum. Men vit vilja heita á tykkum um ikki at leggja myndir út á sosialar miðlar uttan at biðja fólk um loyvi.
    Eitt myndafólk hjá samkomuni kemur kanska at taka myndir av ymiskum. Um man ikki ynskir, at onkur mynd skal liggja úti á keldan.fo, kunnu tit altíð siga frá.

(: Veking, Vøkstur, Vinalag :)

Sí fleiri greinar