Navn:
Harriet Olafsdóttir av Gørðum.
Aldur:
27.
Hjúnafelagi og børn?
Gift við John av Gørðum, og saman eru vit fosturforeldur hjá lítlu Jonu. Eisini hava vit tveir hundar.
Hvar býrt tú?
Í Æðuvík.
Hvar ert tú uppvaksin?
Í Æðuvík.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Bygdaslig, til tíðir merkt av happing, men alt í alt góð.
Hvat gert tú til dagligt?
Í løtuni eri eg í barsil frá Ungdómshúsinum á Toftum. Tó reki og umsiti eg bloggin byolafsdottir.com og havi mítt egna merki, By Olafsdóttir.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg havi altíð verið hin sjálvbjargna týpan, so tað fellir mær nátúrligt at blogga og hava mítt egna virksemi. Um eg kundi valt, hevði eg helst verið 100% sjálvstøðug vinnurekandi. Eg byrjaði at blogga, tí eg sá ein mangul uppá føroyskar bloggar.
Eg valdi arbeiðið í Ungdómshúsinum, tí mær dámar væl at arbeiða við ungum, vera skapandi og síggja framstig.
Hvat gert tú í frítíðini?
Gangi nógvar túrar í náttúruni, brúki tíð saman við familjuni, bloggi og so dámar mær sera væl at taka myndir. Annars fer sera nógv tíð upp á húsini og Hanusarstovukonseptið, har vit bjóða heimablídni og eru vertir hjá útlendingum, ið vilja síggja eina aðra síðu av Føroyum.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Smæðin, viljasterk og sjálvstøðug.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tá eg og maðurin fluttu norð til Æðuvíkar eftir nøkur ár í høvuðsstaðarøkinum, kendu vit eina tráan eftir at fáa størri meining í lívið. Vit prøvaðu so at fara á møti í Kelduni, føldu okkum vælkomin har og blivu so verandi. Ein onnur orsøk er, at beiggjar mínir ganga í skúla í Kelduni.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
At samanhaldið er sterkt, at man kennir seg vælkomnan, og lovsangurin er heilt fantastiskur.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Nei, ikki enn. Men um nakar hevur tørv á mær, so vil eg fegin hjálpa til.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At samkoman blívur við at vaksa og vera eins innbjóðandi, sum hon er.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Uha, tað er ikki gott at vita. Tað er bara ein, sum veit tað, so tað lati eg upp til hansara.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
‘Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.’ Hebr. 13.2