Liv í Guds nærveru!
Sonja I. Jacobsen, 22.03.2016

Endamál menniskjans

Gud hevur skapt okkum og kallað okkum at liva í inniligum samfelagi við Seg. Tað er at liva í Guds nærveru. Hann vil, at vit avspegla Hann og fylla jørðina við Hansara dýrd (1.Mós. 1,28).

 

Kendi kristni rithøvundurin C.S. Lewis segði einaferð hesi hesi vísdómsorð: “Gud vil ikki hava okkurt frá okkum. Hann vil hava okkum!”

 

Syndin kom í heimin og hevði oyðilegging við sær. Men Gud hevur við Jesusi reist okkum upp og  kallað okkum at skína og broyta heimin! Hann sendi Jesus at frelsa og endurreisa menniskju og heimin.

 

Vit læra Jesus at kenna gjøgnum Heilaga Andan og Guds orð. Lat okkum tráa eftir Guds nærveru og liva í henni. Við hesum grundarlagi fara vit út at broyta heimin.

 

Tráan eftir nærveru Guds

Í 2. Mós. Kap. 33 lesa vit um, at Gud segði við ísraelsfólk, at Hann fór ikki sjálvur at leiða tey til tað lovaða landið, tí tey høvdu syndað. Gud segði, at Hann skuldi senda eingil Sín at fara við teimum. Men hetta skapti sorg og grát. Í kapitlinum lesa vit um samskiftið millum Gud og Móses.  Vers 15 ljóðar soleiðis: ”Tá segði Móses við Hann: "Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani!”

 

Gud, kom við ella fara vit ikki! Móses vildi heldur vera í oyðimørkini saman við Harranum enn liva í materiellari yvirflóð í tí lovaða landinum uttan Hansara nærveru!  Nærvera Guds gjørdi ísraelsfólk øðrvísi enn onnur fólk.

Í dag eigur tað eisini at vera nærvera Guds, sum eyðkennir samkomu Guds og ger hana serstaka.

 

Signing fylgir nærveruni

Stutt eftir at Dávid var vorðin kongur, spurdi hann eftir sáttmálaørkini, ið var ein ímynd av Guds nærveru. Dávid hevði longsil eftir Gudi. Hetta lesa vit um í 1. Krøn. kap. 13-16 og 2. Sám.  kap. 6.

Í 1.Krøn. 15, 28 stendur: “Alt Ísrael flutti sáttmálaørk HARRANS við fagnaðarrópum og hornblástri, við lúðrum, skáltrummum og hørpu- og sitaraleiki.”

 

Signing Guds fylgdi við nærveruni. Dávid dansaði og var als ikki bangin at úttrykkja seg fyri Gudi! Latið okkum vera frí og leys frá mannaótta! Tað hendir nakað í okkara lívi, tá vit byrja at úttrykkja okkum fyri Gudi.

Dávid sang Gudi lovsang við t.d. hesum orðum, tá ið ørkin var komin inn í Jerusalem: “Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og gleði eru, har sum Hann er.” (1.Krøn. 16,27).

 

Nærveran ávirkar

Tá við tráa eftir Guds nærveru og byrja at liva í nærveruni, hevur hetta ávirkan á okkum sum einstaklingar, familjur/heim, samkomur, arbeiðspláss/skúlar/nærumhvørvið og alt samfelagið.

 

Lærisveinarnir livdu nær Jesus, og tey fyrstu kristnu livdu í Jesu nærveru gjøgnum Heilaga Andan. Nærveran gjørdi munin! Menniskju blivu frelst, umbroytt og grødd í hópatali. Vit kunnu uppliva tað sama í dag. Hetta hendir, tá ið vit geva Gudi rúm og liva í Hansara nærveru.

 

Skrivað hevur Rúni Rasmussen

Sí fleiri greinar