Eitt øðrvísi møti
Sonja I. Jacobsen, 14.03.2016

Møtið sunnumorgunin 6. mars var øðrvísi enn sunnudagsmøti vanliga eru. Børnini fóru ikki á sunnudagsskúla, men øll vóru saman alt møtið. Av somu orsøk var møtið innihaldsliga meira málrættað til yngra aldursbólkin.

 

Møtið byrjaði við, at lovsangsbólkurin sang ein lovsang. Síðani gava Alice Frederiksberg, sum leiddi møtið, kort til børnini, sum høvdu havt føðingardag í farnu vikuni, og sungið varð fyri teimum. Aftaná tað sang barnakórið nakrar sangir.

Tey størru børnini vórðu standandi eftir á senuni, aftaná at barnakórið var liðugt at syngja, tí tey skuldu eisini syngja lovsang saman við lovsangsbólkinum.

 

Pauli hevði síðani eina talu, sum var styttri enn vanligt, men áðrenn hann kom til sjálva taluna, boðaði hann frá, at Egil Toftegaard, sum var ein av stovnarunu av Kelduni, var deyður kvøldið fyri. Í tí sambandinum varð biðið fyri teimum avvarandi.

 

Fyrigeving

Talan hjá Paulu var um fyrigeving. Bæði tað at biðja um fyrigeving og at fáa fyrigeving.

”Fyrigeving er torfør,” segði Pauli. ”At biðja um fyrigeving er at viðurkenna, at vit hava gjørt nakað skeivt, og at fyrigeva øðrum er eisini torført – eg havi sjálvur roynt tað ofta,” segði hann.

 

Pauli vísti á, at vit hava ofta hug at siga, at hini høvdu feilin, men Gud vil hava okkum at taka ábyrgd.

”Tú hevur ábyrgd av at biðja um fyrigeving, men tú hevur ikki ábyrgdina av, um hin parturin vil fyrigeva,” segði hann.

 

Fyri at gera boðskapin meira livandi, lat Pauli seg í hvítar hanskar og gjørdi nakrar drama-rørðslur, har hann bygdi ein vegg upp. - Ein skilavegg millum okkum og okkara medmenniskju við ófyrigivnum syndum.

”Fyrigeving er loysnin,” segði Pauli. ”Tað er tað, sum brýtur veggin niður.”

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar